Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 60

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 60
Strandarrætturin í Føroyum. Eftir E. A. Bjørk. í eldri tíð var strandarrættur tað sama sum skipbrots* rættindi, t. v. s. rætturin til at ognast skipsrov og skip* brotsfæ, ið rekur á land. Germanskur rættur tykist upp* runaliga at hava givið fólki, sum við strondina býr, ein víttfevnandi rætt til skipsrov, soleiðis at skipbrotsmenn enntó kundu gerast trælir. Tó tykist tíðliga at verða gingið frá hesi áskoðan; í teim norrønu landspartalógunum verður soleiðis hildið, at skipbrotsmenn hava rætt til at bjarga ognum sínum við egnari ella fremmandari hjálp. Skipbrots* rættindini røkka eftir røttum ikki longur enn til at ognast harraleysar lutir, hvørs eigari sigur ikki til sín, áðrenn ávísar frestir eru útgingnar. Tað tykist langt niður í tíðina at hava verið torført at fáa hesa meginreglu framda, men tað vil føra ov vítt at siga meira um hetta her. Skipbrotsrættindini gjørdust tíðliga ein framíhjárættur kongsins (regale), sum kongur tó læt aðrar fáa í vissum muni. Frá miðøldini finnast dømi um, at furstar og bispar høvdu skipbrotsrættindi, og eisini aðalin vann sær skip* brotsrætt so við og við. Hesin rættur varð góðkendur í handfestu Fríðriks III ár 1648 og seinri staðfestur í fram* íhjárætti aðalsins 24. juni 1661 § 18, sum »af kongelig Naade og Mildhed« gevur aðalinum rætt til »at nyde Vrag, som for deres egen Grund strander.« Hesi aðalsins sonevndu fjørurættindi (»forstrandsret«) duttu burtur í Noregi við grundlógini 17. mai 1814 og í Danmark við grundlógini 5. juni 1849. t Føroyum hava fjørurættindi aðalsins helst

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.