Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 61

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 61
Strandarrætturin í Føroyum 67 ongantíð havt nakran týdning. Her vóru skipbrotsrættindini eftir N. L. 4—4—4 kongsins. Nú er galdandi fyri Føroyar strandingarlóg nr. 49 frá 24. mars 1899, og eftir henni fellur harraleyst skipsrov og skipbrotsfæ til ríkiskassan, men eftir heimastýrisskipanini helst til landskassan, við tað at stranding nú er sermál, sbr. løgtingsviðtøku 13. mai 1948 nr. 13. Tað eru tó ikki skipbrotsrættindini, ið her skulu nærri umrøðast. Tey hava ongan týdning fyri einstaklingin uttan til at fáa bjargingarløn. Við strandarrætt verður nú meint annað og meira enn skipbrotsrættindi. Strandarrætturin er fyri ein part rætturin til at ognast tað, ið rekur upp, t. d. rekaviður og rekatari, og so eisini rætturin til at nýta sjálva strondina (t. d. til bygging og fiskaturking) ella tilfarið í henni (sand, eyr o. s. fr.). Kanska kunnu vit til hesi rættindi eisini rokna rættin til at ognast tann gróður, ið við strond* ini grør (t. d. tara), og tey dýr, ið har sita føst (t. d. krækT ingur). Hetta verður seinri gjøllari kannað, men fyrst mega vit kanna eftir, hvat ið strondin er, har næst hvør ið kann útinna áðurnevndu rættindi, og at enda hvørji hesi rætb indi eru. Viðvíkjandi fyrsta spurningi — hvussu langt, ið strondin røkkur — er tað skilligt, at roynt má verða at avmarka strondina inneftir móti landi og úteftir móti sjónum. í Rómverjarættinum var havið res communis omnium.t.v.s. frítt at søkja hjá øllum.1) Tað er vissuliga sama áskoðanin, ið liggur til grundar, tá ið hin íslendska lógin Grágás nýtir orðið allmenningur um havið uttan fyri »rekamark«,2) og >) Inst. 2—1— § 1 sbr. Dig. 1—8—2 § 1: »Et quidem naturali jure communia sunt omnium haec: . . . mare . . Dig. 47—10—13— § 7: »Et quidem mare commune omnium est«; Dig. 43—8—3— § 1: »Maris, communem usum omnibus hominibus«. 2) Havið innan fyri rekamark — t. v. s. tann parturin, ið lá so nær landi, at ein flaktur torskur sást haðani — var ikki almenningur í hesum týdningi, men felag (allmenningur) fyri viðkomandi fjórðing, sbr. KuU turhist. Leks. I, teig 102—03, Rynning s. 153 f.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.