Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 64

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 64
70 Strandarrætturin í Føroyum skipan nr. 130 frá 27. apríl 1959 og løgtingslóg nr. 13 frá 28. í s. m.1) 1 eldri tíð varð hildið — við læru Bynkershoeks í huga — at ríkini høvdu ein rættuligan ognarrætt (dominium) til sjóøkið,2) men nú er henda uppfatan slept, og hin vanliga áskoðanin er tann, at ríkini bert hava heimavald yvir sjó= økinum (imperium). Hetta yvirvald førir tað við sær, at ríkini kunnu vissa bert teirra egnu borgarum rættin til veiði og fiskiskap á sjóøkinum,3) at teir kunnu hava tolleftirlit,4) og at teir yvirhøvur hava lógsøgn á sjóøkinum.5) Vanliga hava ríkini har aftur ímóti ikki kannað sær nakran einkar* rætt til sigling á sjóøkinum,6) tó vissa ríkini ofta sínum egnu borgarum rættin til strandferðasigling.7) Tá nevnt hevur verið frammanfyri um ríkisins ella ríkjanna rætt yvir sjóøkinum, verður hetta fyri Føroyar at skilja við teirri tillaging, at rættindini verða útinnt av landsstýrinum ■) Nevndu fyriskipanir viðvíkja bert fiskirættinum. í oðrum førum er helst enn galdandi tað við kongsbrævi frá 22. februar 1812 ásetta sjóøkið upp á 4 sjómíl (fjórðingar), sbr. Berlin I, s. 75 f. 2) Hetta kemur kanska týðiligast til orða í fyriskipan frá 2. januar 1740, har tað um Límfjørðin verður sagt, at hann »ligesom alle andre Strande udi vore Riger og Lande almindeligen Os alene og ingen anden tilhører og af Alders Tid tilhørt haver«. Sbr. eisini I. E. Larsen II, 1, s. 427-28. 3) Sbr. Áðurnevndu viðtøkur um fiskiskapin, og veiði viðvíkjandi løgtingslóg nr. 27 frá 9. september 1954 § 1. 4) Hetta kann vera hildið sbr. løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 § 20, stk. 4. s) Sbr. § 6 nr. 1 í revsingarlógini, samanborin við § 6, stk. 2. 6) Hildið verður í fólkarættinum, at fremmand skip hava rætt til »passage inoffensif« (friðarferð) á sjóøkinum. Hetta er tó ikki galdandi innansyndis á sjóøkinum, tí sonevnda »heimasjógvi« (flógvum, fjørðum, sundum o. t ). Tó verður yvirhøvur tolt, at fremmand handilsskip eisini sigla í heimasjógvi, men har aftur ímóti verður ofta bannað herskipum at sigla tílíkan sjógv, sbr. fyri Føroyar fyriskipan nr. 356 frá 25. juli 1951 § 3. 7) Sbr. lóg frá 21. mars 1855 um avtøku kgl. einahandilsins § 3, og lóg fyri Føroyar nr. 124 frá 15. mars 1939 um strandferðarsigling.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.