Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 71

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 71
Strandarrætturin í Føroyum 77 má tó sigast, at reglurnar fyri »forstranden« eru ógreiðar, og at lætt er tað ikki, sum sagt verður í kunngerð 7. ok* tober 1842, at »udfinde et aldeles udtømmende og overalt anvendeligt Begreb om Forstrande«.‘) Rættaravgerðir um fjøruøkið úteftir finnast vist ikki í teimum donsku dóma» søvnunum, helst av teirri grund, at ansurin fyri hesum spurmnginum hevur verið so lítil eftir 1849. Hóast nógv tykist óvist viðvíkjandi »forstranden« eftir donskum rætti, tykist tó so mikið at vera vist, at fjøran gongur longur út enn til fjørumálan, og sigast kann uttan iva, at hon gongur væl longur út. Men tað er ein spurningur, um orðið »forstrand«, tá ið tað verður nýtt um føroysk viðurskifti, kann skiljast á sama hátt sum í donskum rætti. Lóggávan vísir einki vist um hetta. Orðið verður at vísa seg bert nýtt í tveimum ser» støkum føroyskum lógum, og tað er í strandingarlógini og í fiskilógini. í strandingarlóg fyri Føroyar nr. 49 frá 24. mars 1899 § 14 verður sagt, at »enkeltvis i Søen eller paa Forstranden bjærgede Stykker Vraggods« í vissum førum kunnu verða latin tí, ið bjargar; men lógin sigur einki um, hvat ið meinast við »forstranden«, og heldur ikki í forí arbeiðum til lógina verður nakað nevnt um tað.* 2) í teirri de Steder, hvor disse findes, uden at regne det Mellemrum af dyb Søe og Vand, som findes mellem Revlerne og Landet.« >) í broti I í nevndu kunngerð verður sagt, orsakað av at »stænder« forsamlingerne« høvdu minnt um »den i Henseende til Forstrandsrettens Udstrækning stedfindende Ubestemthed«, at kongur »efter omhyggelig Overveielse« hevur hildið tað »tilraadeligt at giøre denne Materie til Gienstand for legislativ Behandling«, tá tað er ikki lætt at »udfinde et .... o. s. fr.«. Spr. eisini 1. E. Larsen II, 1, s. 284, ið sigur, at »forstranđen« er »et meget ubestemt Begreb.« 2) § 14 var upprunaliga sett saman samsvarandi § 14 i tí donsku strandingarlógini nr. 103 frá 17. apríl 1895, men løgtingið fekk skoytt uppí orðini »eller paa Forstranden», soleiðis at stykki, ið bjargað vórðu frá landi, eisini komu inn undir viðtøkuna, sbr. Løgt. 1898 s. 2 og Rigsdagst. 1898/99, Till. A., teig 2686 og Folketingets Forh. teig 2578—79.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.