Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 75

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 75
Strandarrætturin í Føroyum 81 verið í løgtinginum í sambandi við viðgerðina av áður* nevndu skeljadýralóg (nr. 107 frá 14. apríl 1893).1) Dómurin byggir soleiðis á eitt haldgott grundarlag, og úrslitið av honum varð tí lagt til grundar í einum seinri dómi hin 27. februar 1946, við tað at partarnir her vóru á einum máli um, at hægsta fjøra var markið fyri ognar= rættinum úteftir móti sjónum.2) Men spurningurin var, um ytra fjørumarkið kundi setast enn longur út á sjógv. Sum nevnt vóru nakrir av teimum tólv, ið frágreiðing góvu í Søltuvíkarsøkini, av hesi áskoðan, og kravið í søkini var í fyrsta lagið eisini tað, at markið skuldi verða sett annaðhvørt við marbakkan ella har, ið bátur flýtur á hægstu fjøru, men dómurin frá 4. januar 1941 legði til grundar sum áður nevnt kravið í øðrum lagið, ið var tað, at markið skuldi setast eftir hægstu fjøru. Sostatt skuldi hesin spurningurin verið avgjørdur, men kortini varð í eini seinri søk um sandtøku í Kaldbaksfirði kravt, at markið mátti setast eftir marbakkanum. Tað er sermerkt fyri tilgongdina, at mótparturin í hesi søkini helt fast um, at markið samsvarandi dóminum 4. januar 1941 mátti verða sett eftir hægstu fjøru. Hetta má takast sum ein váttan afturat fyri tað haldgóða grundarlagið, ið Søltu* víkardómurin hvílir á, men dómurin í Kaldbakssøkini, ið sagdur varð 17. september 1957, gekk eitt stig longur, við *) Sí Løgt. 1884 s. 84—85, serliga tað, ið CI. Olsen, sýslumaður, sigur um, »at man her plejede at regne Landejernes Rettigheder til at naa saa langt, som Stranden blev tør i Ebbetiden.« Sí eisini nevndarálit í Løgt. 1891 s. 56—57, har hildið verður, at jarðaeigararnir hava rætt til kræklingasker, »der ligger tørre ved dagligt Lavvande.« Sbr. viðmk. 2, s. 78. 2) Dómurin (borg. s. nr. 210/1945) viðvikti sandtøku út fyri Oyri. Sambært frágreiðingarnar í søkini varð sandurin fyri ein part tikin av marbakkanum, men í sakarmálinum varð ikki framhildið, at hetta í sjálvum sær var óløgligt. Har aftur ímóti varð hildið, at tann í sjálvari sær løgliga sandtøka var atvoldin til eina broyting av strondini, og at samsýningarábyrgdin tessvegna mátti leggjast á teir, ið sandin tóku. Men dómurin helt tað ikki vera prógvað, at teir, ið sandin tóku, harvið høvdu broytt strondina. 6

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.