Fróðskaparrit - 01.01.1959, Síða 82

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Síða 82
88 Strandarrætturin í Føroyum Hesar báðar málberingarnar eru tær einastu, ið finnast í teimum fáu bókmentunum um føroyskan landbúnaðarrætt, og tað er helst ivingarsamt, hvussu nógv ið kann leggjast í tær. Eftir orðaljóðinum eru Lunddahl og Bærentsen samdir um, at tað bert er flóðfría fjøran, ið er felags fyri bygdina. Eftir tí, ið útleitt er frammanfyri, er hetta neyvan rætt, men tað er møguligt, at tað er ein vissur munur á ræðinum yvir flóðfríu fjøruni og ræðinum yvir fjøruni niðan fyri flóðar* málan. Men hesin spurningur verður kannaður í sambandi við frágreiðingini um, hvat ræðið yvir strondini hevur at siga. Bærentsen sigur týðiliga, at rættindini liggja til marka* talið í bønum, meðan málbering Lunddahls helst má skiljast soleiðis, at rættindini verða at leggja til markatalið í bygd= ini, men har aftur ímóti avmarkar hann rættindini til at vera fyri »Strandbredden under Bøen«, meðan Bærentsen tykist ikki vilja halda fast við hesa tilskilan. Um strandarrættindini verða at leggja til markatalið í bygd* ini ella bønum, er yvirhøvur uttan týdning, við tað at innan* og uttangarðsmarkatalið yvirhøvur er hitt sama. Har tað sum undantak er munur á markatalinum í bø og haga tykjast strandarlunnindini at vera løgd til markatalið í bønum.1) Við virðismetanini eftir lóg frá 10. apríl 1867 tykist tað eisini sum strandarlunnindi (rekatari, jarðarhvalur og reka* !) Soleiðis luttaka hinar 8 hagaleysu kongsmerkurnar í Sandavági í rættinum til tara, sbr. Tax. B. s. 180 og 184. Somuleiðis hinar 4V2 mørk hagaleys jørð á Kjalnesi (Kollafirði), sbr. Tax. B. s. 147, og 4 merkur hagaleys jørð inni í Stovu, Bø (Kaldbak), sbr. Tax. B. s. 114. Nærri upplýsingar vanta um 6 hagaleysar merkur í Hoyvík og 4 merkur á Nesi (Eysturoy) og um V2 mørk í Fuglafirði. Um síðstnevndu verður tó sagt í Tax. B. s. 20, at hon luttekur í lunnindum, sostatt helst eisini í strandarlunnindunum. Ein partur av hagaleysari jørð tekur ikki lut í strandarlunnindum, t. d. 4 gyllin í Miðvági (Tax. B. s. 180), 2 merkur í Miðvági (Tax. B. s. 172), 4 gyllin í Skálavík (Tax. B. s. 186) og 1 mørk í Gásadali (Tax. B. s. 162), men her eru viðurskiftini helst tey, at hesar jarðirnar eru traðir, ið settar eru í gamalt markatal. Strandarlunnindi liggja til Argir og Sandagerði, ið ikki hava haga.
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.