Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 84

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 84
90 Strandarrætturin í Føroyum Kanska gera serlig viðurskifti seg galdandi í Vestmanna, og tað skerst ikki burtur, at tað í einstøkum bygdum eru siðir, ið bróta av við teir vanligu; men hin vanliga aðab reglan, at strondin undir bønum hoyrir tí gamla marka* talinum til, tykist vanliga vera góðtikin allastaðni í Føroyum. í teimum útskiftu bygdunum fellur markatalið í bønum burtur, men har er undir útskiftingini ofta tikin avgerð um, at tey lunnindi, ið liggja til markatalið í bønum, í fram* tíðini skulu fella til markatalið í haganum,1 * * 4 5) strondin tó viðhvørt til skattamarkatalið innangarðs. Har aítur ímóti finnast mótstríðandi avgerðir viðvíkjandi rættindunum til strondina undir haga og traðum. I einum saa vidtgaaende, at Ejerne af Bygdens Jordegods kan betragtes som Ejere af Strandbredden som Fællig. Hvad særlig angaar Bygden Vestmanhavn, findes det efter det under nærværende Sag foreliggende, navnlig det under en i Sagen foretagen Vidneførsel oplyste, at maatte antages, at Strandbredden ikke kan anses som Tilbehør til Bygdens samlede Jordegods, men maa betragtes som hørende til den ovenfor liggende Grund, hvilket dog ikke udelukker, at der kan bestaa en vis Fællesret med Hensyn til Stranden; saaledes synes Drivtømmer — derimod ikke Drivtang — at være bleven be= handlet som Bygđens samlede Marketals Ejendom.« 4. Undir útskiftingini gjørdi kommunan vart við, at Heyganes* strondin var ikke felagsogn. í kennilsi útskiftingarnevndarinnar frá 21. august 1928 verður sagt um strondina — vísandi til Lunddahl — at ognarrætturin til hennara er hjá eigarunum til tað gamla markatalið í bønum, »medens Brugsretten til denne tilkommer samtlige Bygdens Beboere«, tó hoyra jarðarhvalur, rekaviður, rekatari o. s. fr. eigarunum av bømarkatalinum til. Tó helt ein av nevndarlimunum, at eigarin til tað omanfyri liggjandi økið hevði framíhjárætt til at nýta strondina niðanfyri til byggigrundir. 5. I einum amtsskrivi frá 16. juli 1934 (j. 1934 nr. 218) verður sagt, at rætturin til at taka grót og eyr hoyrdi øllum bygdarmonnunum til, at rekaviður, rekatari o. a. lá til tað gamla markatalið í bønum, og at skattamarkatalið hevði ognarrættin til Hóðfríu fjøruna. Tó verður viðmerkt, at spurningurin hoyrir undir avgerð dómstólsins, men nakar seinri dómur sæst ikki at vera. ■) Sbr. t. d. útskiftingina í HvalbasSandvík 8. 12. 1933 (s. 33—35) og í Hovi 26. 9. 1945 (s. 26). — (Ávísingarnar eru her eins og i viðmk. 3, s. 91 til viðkomandi útskiftingargerðabók).

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.