Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 85

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 85
Strandarrætturin í Føroyum 91 dómi frá 20. juli 1909') verður sagt, at tað ikki kann haldast at vera rættarsiður í Føroyum, »at Strandrettighederne til» kommer Ejerne af Bygdens gamle Bø efter Marketal«, hóast »det ofte vil være Tilfældet«. Hin vanliga rættaraðalreglan er — sambært dómin, sum til stuðul fyri hesum vísir til N. L. 5—12—4 &. 17 — at strandarlunnindi »følger med den Jord, der grænser til Stranden«, og reglan um, at rættindini liggja til markatalið í bønum, stendst av jarðfelagnum, og »synes da kun at være gældende indenfor Fællesskabets territoriale Omraade, medens Hovedreglen om Strandrettig» hedernes Sammenhæng med den til Stranden grænsende Grund synes at maatte anvendes selvstændig paa en til Stranden grænsende af Fællesskabet udskiftet Trø«. Av teirri í dóminum søgdu uppfatan stendst, at strondin undir bønum í útskiftum bygdum liggur til jørðina oman» fyri, og hetta er ikki tikið til eftirtektar,* 2) við tað at tað helst undir øllum útskiftingum er avgjørt, at strondin skal vera í felag.3 4 5 6 7) ■) Søkin varð løgd av teimurn 5 eigarunum til Húsagarðstrøð nr. 41 (sí Ziska s. 89—90), hina sonevndu Torvgarðstrøð, móti øðrum Húsagarðsbóndanum. Teir kravdu dóm fyri, at Húsagarðsbóndin eingi strandarrættindi hevði í Válgaravík undir trøðni, sum var avhendað av amtinum við skeyti frá 9. august 1873; og amtið hevði við einum áriti á skeytið 4. mai 1877 góðtikið, at eigararnir høvdu býtt m. a. »strandrettigheder« sínámillum. (Borg. s. nr. 44/1907). 2) Enntá ikki í Vestmanna, sbr. viðmk. 2, s. 89. 3) 1. í Fámjin skuldu nøkur gjøllari ávíst strandarøki (so vítt tað sæst øll strondin fram við buktini við bygdina) vera í felag, soleiðis at lutrætturin hjá hinum einstaka eigaranum skuldi verða avgjørd eftir skattamarkatalinum. (30. 8. 1928 s. 14). 2. í Trongisvági skuldi strondin vera í felag. (22. 8. 1929 s. 8). 3. Sama avgerðin er tikin í Hvalba (4. 11. 1931 s. 13). 4. Somuleiðis í Hovi, har strondin týðiliga varð løgd til alt marka* talið í bygdini (6. 7. 1946 s. 35). 5. 1 Norðragøtu skuldu strondin og sandurin vera felags. (29. 9. 1949 s. 17). 6. Um Vestmanna verður víst til viðmk. 2, s. 89. 7. Eisini á Tvøroyri (Froðba) varð roknað við, at strondin skuldi vera felags (7. 9. 1932).

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.