Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 86

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 86
92 Strandarrætturin í Føroyum Skal tann í dóminum frá 1909 nevnda aðalregla, at strondin liggur til tann omanfyri liggjandi eigindómin, vera galdandi — soleiðis sum viðurskiftini ofta eru í hinum Norðanlond* unum') — so er hetta tí treytað av, at strondin er útskift, ella at viðkomandi eigindómur á annan hátt hevur fingið rættin, t. d. við hevd. Spumingurin hevur verið havdur á lofti í fleiri rættar* søkum; men tað er bert einans dómur, ið góðkennir, at eitt tílíkt frábýti av strandarrættinum er farið fram, og tað er ein yvirrættardómur frá 22. mai 1911, ið staðfesti hin áður* nevnda dómin frá 20. juli 1909, men við heilt aðrari undir« støðu. Men yvirrættardómurin góðtekur — tað ger sorin* skrivaradómurin ikki — aðalregluna um, at strandarrættindi liggja til markatalið í bygdini, men heldur, at kongsið sum einasti eigari til Húsagarð eisini kundi lata strandarrættin saman við eini trøð, og at eitt tílíkt eigaraskifti var farið fram.* 2) *) Viðvíkjandi donskum rætti sí Tolstrup s. 61, um flóðfríu fjøruna. Við norskum útskiftingum er tað har aftur ímóti ofta sum í Føroyum avgjørt, at strandarrætturin skal vera felags, sí Gausland s. 171 &. 284—85. 2) Dómurin er feldur av táverandi yvirrætti fyri føroyskar sakir: Den kongelige Landsovers samt Hof» og Stadsret i København (søk nr. 41/1910). í dóminum verður sagt m. a.: »Ifølge det under Sagen oplyste maa det antages, at Strandrettigs hederne ifølge en paa Færøerne herskende Sædvane i Almindelighed hører til Bygdens samlede Ejendom i Bø og Hauge under eet, og at, hvor Jorden har været Genstand for Udskiftning, dette ikke har været Tilfældet for Strandens Vedkommende, idet denne bestandig er blevet betragtet som hørende til hele den paagaddende Bygd.« Av hesum stendst, at strandarrættindi vanliga kunnu ikki haldast at fylgja við eigaraskifti av traðum, men annað má galda, har jørðin er kongs og fyrivarni við eigaraskiftinum verður ikki tikið, við tað at nevndi siður »maa antages at være bestemt af Hensyn til Bygdens øvrige Beboere.« Av røttum finnst Edw. Mitens lrs., at avgerðini í eini framløgu í teirri í viðmk. 3, s. 93 umrøddu søk, tí kongsið kann ikki við samtykt bert frá øðrum festaranum frábýta strondina, sum eisini hin festarin av Húsagarði hevur rætt yvir.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.