Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 87

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 87
Strandarrætturin í Føroyum 93 Tikið varð til sama sjónarmið í eini søk um eina trøð á Skipanesi; men dómurin (frá 12. mars 1932) vísir tí aftur og skipar fyri, at tá ið strandarøkið undir trøðni er ikki úU skift, má tað framvegis verða hildið at hoyra til bygdar* felagið. Hesin dómurin varð staðfestur av Østre Landsret hin 25. oktober 1932.* 1) í hesi søk varð eisini sipað til hevdarsjónarmiðið, kortini uttan úrslit, og á sama hátt gekkst í eini líkari søk um eitt strandarøki á Toftum2) og í søkum um strandarøki í Vágsbotni í Tórshavn3) og í Hovi.4) í dómi Østre Landsrets frá 25. mars ') Borg. s. nr. 27/1932 — IV. deild landsrættarins nr. 200/1932. Eins asta, menn at kalla styðjaðu seg til í hesi søk, var tað at trøðin gekk heilt oman á sjógv, og so hevd. Hetta síðsta varð ikki hildið prógvað. í dómi sorinskrivarans verður sagt, »at Strandbredden er en Art Ab minding for Bygden, og da Sagsøgte ikke har bevist, at de i Sagen ommeldte Strandarealer er udskiftet, maa det i Mangel af Bevis for det modsatte antages, at de endnu maa være i Bygdens Fællig.« Landss rætturin sigur, at tá ið tað ikki »er Grund til at antage, at Skødet . . har tilsigtet at omfatte ogsaa det omtvistede Areal, vil Dommen i Henhold til de i den iøvrigt anførte Grunde være at stadfæste.« Dómurin er umrøddur í Løgt. 1933 s. 245. Meira um søkina stendur i Løgt. 1934 s. 290, 1935 s. 257-58, 1936 s. 202-04, 1937 s. 184-86 6, 1940 s. 164-65. 2) Dómur frá 20. mars 1956 í borg. s. nr. 530/1955. Søkin snúði seg um havnargjald, men sum mótkrav varð sett fram endurgjaldskrav av teirri grund, at havnarlagið uttan ognartøku skuldi hava tilognað sær eitt strandarøki undir einum kongsfesti. Kongsbóndin vísti til máb beringina »til fjelds og fjære« í festibrævi sínum, men í dóminum verður sagt, at henda málbering hevði ongan týdning í søkini. Um> framt varð eisini hildið upp á hevd, men tað tóktist ikki prógvað. Annars bendir dómurin á, at tílík strandarøki sambært sið og rættar« gerð liggja til markatalið í bygdini. 3) Dómur frá 19. september 1922 (borg. s. nr. 4/1922). Søkin við* vikti rættinum til at taka sand og eyr í Vágsbotni. Tórshavnar kommuna segði seg at hava henda rættin, men kongsbóndin á Húsagarði setti fútabann fyri tí. Kommunan helt fram, 1) at strondin varð fingin, tá kommunan keypti allan bøin til vestara Húsagarð og so at siga allan til eystara Húsagarð, 2) at kommunan átti vegin oman fyri strondina, 3) at kommunan hevði fingið ognarrætt til tær almennu grundirnar í

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.