Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 91

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 91
Strandarrætturin í Føroyum 97 tey, at tað eisini í øðrum førum hevur verið felagsskapur bygdanna millum, helst við tað at tann eina bygdin er niðursetubygd frá hinari. Við niðursetubygdunum mugu viðurskiftini ætlast at vera tey, at hin gamla bygdin framvegis hevur strandarlunnindi í niðursetubygdini, til fullur skilnaður verður framdur milh um ta gomlu bygdina og niðursetubygdina, soleiðis at henda fær egnan haga, sum við tíðini missir sambandið við bøin í teirri gomlu bygdini, t. v. s. stutt og greitt soleiðis, at niðursetubygdin fær egið markatal.1) í tílíkum føri kann viðhvørt vera ivi um, hvat ið sigast kann vera ein bygd.2) Frammanfyri er kannað eftir, í fyrsta lagi á hvørjum øki vera so, at strandfelagsskapur hevur verið í eldri tíð millum bygdirnar Strendur og Skála; kortini man hann vera hildin uppat um hetta mundið. Bygdirnar Sund og Hoyvík høvdu upprunaliga felags haga, men felagsskapurin varð avtikin við býtissáttmála frá 4. juni 1819, tó so at strandfelagsskapurin varð varðveittur. *) Ein tílíkur fullfíggjaður skilnaður er ikki framdur fyri Sandvíkar bygd. Bøurin til hagar hennara er enn í Hvalba, og verður tað tí av rættum hildið í søkini, sum nevnd er í viðmk. 1, s. 95, at strandars rætturin framvegis tilkemur markatalinum í Hvalba. Skopunar bygd hevur so við og við flngið sín egna haga, men bøurin til hansara er enn heima á Sandi. Av eini virðismetan vegna ognartøku til havnargerðina (borg. s. nr. 23/1916) sæst, at samsýning er latin fyri strond, men ikki sæst, hvør ið fekk hesa samsýning; um tað var markatalið á Sandi ella (traða) eigararnir í Skopun. Bygdin á Hvítanesi er niðursetubygd úr Hoyvík, men í sáttmála frá 22. november 1852 eru nærri reglur gjørdar, hvussu rekaviður skuldi býtast millum Hvítanes, Hoyvík og Sund. Kortini tykist tað so, at Hvítanes hevur bara fingið lut í rekaviðinum vegna tað arbeiðið, ið stóðst av at bjarga rekanum. Argir og Sandagerði eru helst gamlar niðursetubygdir frá Kirkjubø og eru settar í egið (innangarðs) markatal og hava strandarrætt. 2) Uppsalir, Gerðar, Vágur og Biskupsstøð sýnast soleiðis at vera sjálvstøðugar bygdir eftir strandarrættinum at døma, sbr. um rekatara Tax. B. s. 62—63 og um jarðarhval sáttmála frá 20. mai 1875, tinglisin 21. s. m. fol. 199. Nú er við dómi frá 2. 2. 1960 (borg. s. nr. 479/1959) skipað fyri, at teir ymisku býlingarnir í Kollafirði, tá talan er um strandarrætt, eru ein bygd. 7

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.