Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 61

Fróðskaparrit - 01.01.1962, Page 61
Ov høgt blóðtrýst 67 Oxaditone (N, N, N, N — tetraethyl — N,N — dimethyl — 3 — oxapentan— 1,5 — diamonium —di— monohydrogen= tartrat). Nervavølsbyrgjandi evnini eru virkin, tí tey byrgja fyri at innstøkkini sleppa leiðina fram gjøgnum sympatisku nervavølarnar. Tíverri verða eisini í vissan mun innstøkkini gjøgnum parasympatisku nervavølarnar nakað tarnað, og av hesum kunnu standa bágin árin (sjónstillingarlamningur, ljósfirni, tornandi slímhinnur, harður opningur, ið kann enda við garnalamningi). Byrgingin ger vart við seg ser» stakliga í teim førum, har annars ein øktur sympaticustonus hevði verið elvdur til at halda blóðtrýstinum í rættlagi. Hetta er orsøkin til, at blóðtrýstið lækkar serstakliga, tá ið sjúklingurin stendur, meðan lækkingin er lítil, tá ið hann liggur. Eg skal í stuttum greiða frá teim tydningarmestu nerva= vølsbyrgjandi evnunum. Hexametonium (vegolysen). Uppsúgvingin úr gørnunum er óreglulig og ófullfíggjað; tí er torført at geva inn á rættan hátt. Árinini eru í hæddini eftir einum tíma og eru heilt burtur eftir 4—6 tímum. Tað mesta verður úrskilt gjøgnum nýruni. Tí krevjast góð nýru fyri at evnið kann verða nýtt. Royndarskamtur er 15 mg at spræna inn undir húðina. Viðgerðarskamtirnir eru 20 mg fýra ferðir um dagin at spræna inn undir húðina, ella 0,25 g fýra ferðir um dagin at taka inn, vaksandi alt til árin koma. Evnið veldur munandi blóðtrýstlækkan hjá 90°/o av sjúklingum við illkynjaðum ovtrýsti, men tilvenjingin er nakað stór, og tí mega skamtarnir í heilum verða øktir. Evnið verður sjáldan nýtt longur. Azametonium (pendiomid) virkar í heild eins og vego« lysen og verður givið í somu skamtum, men skjótt kemur tilvenjing móti evninum. Pentolonium (lipentolinium = ansolysen) verður betur og støðugari uppsogið úr gørnunum, og úrskiljingin er
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.