Fróðskaparrit - 01.01.1969, Blaðsíða 2
10 Fornir bendingarformar av kenniorðinum og lýsingarorðum
her verður sagt, ella om ohkurt verður at leggja afturat, verSa
rannsáknarúrslitini logd fram seinni.
II.
Hin vanliga mannagongdin í føroyskum viSvíkjandi hvørj-
umfalli í eintali í hvørkikyni av upprunaligari fornavnabend-
ing er tann, at hin forna endingin -u dvínur fyri kallkynsform-
inum -um (nú framiborin [—n]). Slíkar formar viS -um í
hvørjumfalli í eintali í hvørkikyni, iS komiS er fyri -u í fom-
málinum, finna vit í talorSinum ein, í fornøvnunum, tá undan-
tikin eru persónsfornøvnini og ávísingarfornavniS tann, í kenni-
orSinum og í sterkt bendum lýsingarorSum og sagnorSum í 2.
lýsingarhátti í sterkt bendum formi. Dømi: úr einum plássi;
av mínum kyni, úr tínum húsi, í sínum lagi, á hesum sinni, úr
hasum plássinum, úr hvørjum holi, í hvørgum føri(num), í
ongum føri o. s. fr.; skipinum, nesinum, húsinum, landinum,
fjallinum; í góSum lag, í stolnum koti o. s. fr.
Júst hví kallkyn her hevur vunniS á hvørkikyni, og hvussu
hesin vøkstur annars hevur tikiS seg upp, kann ikki verSa sagt
avgjørt, men taS kann bert hava stySjaS gongdina, at veikt
bend lýsingarorS og sagnorS í 2. lýsingarhátti í veikt bendum
formi 'frammanundan hava somu hvørjumfalsending í kailkyni
og hvørkikyni: tí góSa manninum, tí góSa húsinum, tí besta
bátinum, tí bestíí skipinnm, tí farní? bátinum, tí fama skipinum
o. s. fr., og ikanska hevur itaS eisini hjálpt til, at -i í hvørjum-
falli í eintali av navnorSum á óbundnum formi í nýføroyskum
er vanligt bæSi í kailkyni og hvørkikyni: manni, báti, flúri,
hesti, skipi, húsi, nesi o. s. fr. (-i er tó ikki so vanligt í sambandi
viS navnorS, sum í nýføroyskum enda viS sjálvljóSi, men eisini
her standa kallkyn og hvørkikyn mestsum á jøvnum: í Bø, úr
træ, í góSum lag; degnum, bønum, lagnum o. s. fr.). Annars
er at vísa til hitt vanliga rákiS í føroysikum málvøkstri móti
einfaldan og útjavning í formaskipanini, har sum dømi kunnu
verSa nevnd: eingin munur er longur á óbundnum fiormi av
kallkyns-navnorSum í hvørfalli og hvønnfalli fleirtali (hestar,
vinir, firSir, úlvar, grannar o. s. fr.); -r úr hvørfa-lli fleirtali