Fróðskaparrit - 01.01.1969, Blaðsíða 50
58
Fólkanøvn í Streymoyar sýslu 1801
10 Johanne eru fýra 7—8 ára gentur í Tórshavn, 50 ára
bóndakona á Signabø, 44 ára gomul genta í Hesti, ein í
Nólsoy, ein í Vík og tvær í Kvívík. Hesar fýra síðst-
nevndu allar yngri enn 14 ár. Umframt at vera einsamalt
fornavn og fremsta navn av tveimum og trimum for-
nøvnum er J. eisini seinna navn í samanseting Anne J. og
mittasta navn í samanseting Juliane J. Marie.
1 Jobanne Elisabeth Marie er trý ára barn í Kollafirði.
1 Johanne Frideriche Bergmann er 24 ára prestakona í
Kvívík.
1 Johanne Lisbeth er 15 ára arbeiðskona í Kollafirði.
4 Johanne Marie eru tvær 9 ára gentur í Tórshavn, ein 30
ára bóndakona í Kollafirði og ein 17 ára bóndadóttir í
Hósvik.
1 Johanne Sophie er 4 ára bóndadóttir á Heygum í Vest-
manna.
13 Juliane eru fýra í Tórshavn, tvær á Velbastað, ein í Kald-
bak, tríggjar í Kollafirði, tvær í Vestmanna og ein í
Saksun. Aldur: 1—88 ár.
1 Juliane Johanne Marie er trý ára smágenta í Kollafirði.
Karen finst bara sum fremra navn í samansetingum.
2 Karen Cathrina eru 50 ára einkja og 3 ára smágenta, báðar
í Tórshavn.
1 Karen Christiane er 33 ára einkja í Tórshavn.
2 Karen Christine eru 23 og 16 ára gentur, báðar í Tórshavn.
1 Karen Elisabeth er 16 ára dóttir Mads WÍnther »Under
Kiøbmand ved Handelen«.
2 Katrine eru 50 ára móðir Onnu K. í Koltri og 8 ára smá-
genta í Nólsoy. Sí eisini Catrine.
1 Kiersten, 30 ár og ógift, tænir hjá presta-einkjuni í Kolla-
firði.
2 Kirstine eru 57 ára kona í Kaldbak og 54 ára ógifta systir
Sámals bónda í Kirkjubø. Sí eisini Magge K., Maria K.
og Chirstine.
Lene finst bara í samanseting Elsebeth L.
16 Lisbeth eru tríggjar í Tórshavn, ein í Hesti, trfggjar í