Fróðskaparrit - 01.01.1969, Blaðsíða 53
Fólkanøvn í Streymoyar sýslu 1801
61
2 Sara Maria eru 25 ára matmóSir í Tórshavn og 4 ára
smágenta í Kollafirði.
8 Sigga eru í øllum sóknum í Suðurstreymoy. Aldur: 5—66
ár. 1 Norðstreymoy eru tær skrivaðar Zigge. Si eisini S.
Dorthea, S. Malena og S. Maria.
1 Sigga Dorthea er 10 ára fosturbarn á Kirkjubøargarði.
2 Sigga Malena eru 22 ára ógift bóndadóttir í Kirkjubø og
11 ára smágenta í Tórshavn.
1 Sigga Maria er 3 ára smábarn í Tórshavn.
4 Sophia eru 43 ára arbeiðskona í Hoyvík, 39 ára arbeiðs-
kona í Saksun, 13 ára arbeiðskona í Kaldbak og eitt 3
ára barn í Viestmanna. Haraftrat eru 39, ið hava S. sum
seinna fornavn av tveimum, og ein eitur S. Elisabeth.
1 Sophia Elisabeth er 17 ára genta í Tórshavn.
Stine finst bara í samanseting S. Malene.
1 Stine Malene er ársgamalt barn í Tórshavn.
26 Sunneva eru í øllum sóknum og í øllum aldri. Ein í Tórs-
havn er skrivað Synneve.
61 Susanne eru í øllum sóknum uttan Kaldbaks sókn, men
har er ein Susanna Maria. Fimm aðrar hava S. sum fyrra
navn av tveimum fornøvum, og eisini hava fimm S. sum
seinna navn av tveimum.
2 Susanna Catrina eru 22 ára genta í Nólsoy og 10 ára genta
í Tórshavn.
1 Susanne Malene Nolsøe er 3 ára smágenta úti í Nólsoy.
3 Susanne Maria, allar yngri enn 12 ár, í Tórshavn, á Sundi
og í Kollafirði.
Sybilla finst bara í samanseting Maren S.
Synneve sí Sunneva.
1 Valborg er 40 ára arbeiðskona í Toftum, Vestmanna.
11 Zigge eru allar í Norðstreymoy. Eingi børn eru teirra
millum. 1 Suðurstreymoy eru tær skrivaðar Sigga. Z. (S.)
finst ikki sum seinna navn av tveimum fornøvnum, men
sum fyrra navn í ymsurn samansetingum.
2 Zigge Catrine eru 54 ára kona og ársgomul genta, báðar
í Vestmanna.