Fróðskaparrit - 01.01.1969, Blaðsíða 55
Fólkanøvn í Streymoyar sýslu 1801
63
tvieimum fornøvnum, og teir tveir, ið hava trý fornøvn,
hava C. teirra millum.
2 Christian Fridrich eru 54 ára studentur og 42 ára soldátur,
báðir í Tórshavn.
1 Christian Ludvig er 6 ára sonur smiðin Sámal Jákup Debes
í Tórshavn.
2 Christopher eru 58 ára maður í Tórshavn og 63 ára maður
í Vestmanna. Sí eisini Niels C.
1 Claus Lund, Studiosus Theologiæ, er 63 ár og giftur. Býr
í Tórshavn.
6 Clement eru tveir í Tórshavn, tveir í Hesti, ein í Nólsoy
og ein í Saksun. Aldur: 1—56 ár. Hann í Saksun er skriv-
aður Clemen.
1 Colbiørn Sivertsen er 17 ára drongur í Hesti.
18 Daniel eru í øllum sóknum uttan Hvalvíkar sókn. Aldur:
1—70 ár. Haraftrat hava seks D. sum fremra navn av
tveimum, og ein hevur D. sum tað seinna av tveimum
fornøvnum.
3 Daniel ]acob eru 32 ára bóndi í Kvívík og tveir 16—17
ára dreingir í Tórshavn.
2 Daniel Pauli eru 15 ára drongur í Tórshavn og 9 ára
bóndasonur á Velbastað.
1 Daniel Peter er 6 ára bóndasonur á Miðgerði í KoLlafirði.
9 David eru allir í Norðstreymoy: Fimrn í Tjørnuvík og ein
í hvørjari av bygdunum Hósvík, Vík, Saksun og Kvívík.
Aldur: 5—49 ár.
1 Diderich, 33 ár og giftur, er uppsitari á náðinsgarðinum í
Kollafirði.
6 Dione, allir í Suðurstreymoy: Tveir í Tórshavn, tveir á
Velbastað og tveir í NóLsoy. Aldur: 1—53 ár.
1 Elias er 60 ára húsbóndi í Kvívík.
1 Erich er 23 ára húskalLur í Kirkjubø.
Frantz finst bara í samanseting Jørgen F.
Friderich finst bara í samansetingum Carl F., Chr. F., Ja-
cob F., Jens F., Johan Chr. F. og Ove Chr. F.
1 Gabriel er 78 ára húsbóndi í Nólsoy.