Fróðskaparrit - 01.01.1969, Blaðsíða 61
Fólkanøvn í Streymoyar sýslu 1801
69
Paul finst bara í samanseting Peter P. Sí eisini Poul.
Pauli f.inst bara í samansetingum Daniel P., Hans P. og
Thomas P.
31 Peder eru í øllum sóknum og í øllum aldri. (Tveir í Tórs-
havn og allir í Norðstrey.moy eru skrivaðir Peter). Aftrat
teimum 31, ið hava P. sum einasta fornavn, hava 3 P. sum
fyrra navn av tveimum, og 13 hava P. sum tað seinna av
tveimum fornøvnum.
1 Peter Christian er 2 ára sonur Petur Hansen, skipara
(Skipper Hansen) í Tórshavn.
1 Peder Lave er 38 ára sonur Augustinus Hansen í Tórshavn.
1 Peter Paul er 2 ára sonur Jacob Poulsen Nolsøe í Tórs-
havn.
55 Poul eru í øllum sóknum og í øllum aldri, og haraftrat
eru 5, ið hav.a P. sum tað fyrra av tveimum fornøvnum.
Sí eisini Paul og Pauli.
2 Poul Andreas eru 19 ára sonur Jacob Hansen, fyrrv. bøkj-
ara, og 17 ára húskallur, báðir í Tórshavn.
2 Poul Jokannes eru 4 ára og 13 ára dreingir í Kollafirði
og í Tórshavn.
1 Poul Rasmus er 6 ára bóndasonur í Kaldbak.
6 Rasmus eru 80 ára og 70 ára menn í Kaldbak og í Hesti,
10 ára drongur í Koltri er uppkallaður eftir abbanum, og
í Tórshavn eru 48 ára fyrrv. soldátur og tveir 16 ára og
6 ára dreingir, sum báðir eru uppkallaðir eftir abbum
sínum. Sí eisini Poul R.
Ryberg finst bara í samanseting Niels R.
11 Samuel eru tríggir í Tórshavn, ein í Kirkjubø, ein á Velba-
stað, tveir í Kollafirði, tveir í Vestmanna, ein í Kvívík og
ein 'í Vík. Aldur: 3—58 ár. Sí eisini S. Jacob og S. Johan.
3 Samuel Jacob eru 45 ára smiður og 3 ára smádrongur í
Tórshavn og 34 ára træsmiður við einum sindri av jørð
í Kvívík.
2 Samuel Johan eru 13 ára og 19 ára dreingir ávikavist í
Kvíví'k og á Skælingi.
1 Sigvard Olufssen er 44 ára ognarleysur ihúsbóndi í Hal-
dórsvík. Sí eisini Sivert.