Fróðskaparrit - 01.01.1969, Blaðsíða 65
Fólkanøvn í Streymoyar sýslu 1801
73
8 Diderichs- í Hósvík og í Kollafirði eru øll eldri enn 58 ár
uttan tvey 2—4 ára børn hins einoevnda Díðriks í Kolla-
firði.
18 Diones- eru sekstan í somu byigdum sum D.-fornavnið og
haraftrat 67 ára fátæk kona í Saksun og 80 ára einkja í
Hesti.
5 Diurhuus eru 66 ára Hellana, »salig Hans Wangs Enke«,
28 ára Sjóvarbóndin og 2—3 ára synir hansara í Kolla-
firði og 29 ára bóndakona í Hvalví'k.
11 Egholm eru 45 ára bóndi og seks 2—16 ára børn hansara
í Hvalvík; 66 ára einkja, tvey 10—12 ára børn og móðir
teirra í Tórshavn.
2 Egtved eru 37 ára setti handilsfyrisitarin, Sørin E., og 35
ára kona hansara, Christiane Caroline, í Tórshavn.
3 Eidens- eru 54 ára kona og 50 ára maður í hvør sínum
húsi í Vestmanna og 50 ára bóndi í Kaldbak. Eyðun er
ikki til sum fornavn í Streymoyar sýslu 1801.
1 Eisenberg er 49 ára kona Sámals bónda Christiansens í
Kirkjubø.
3 Elias- eru 27 ára maður í Tórshavn, 25 ára húskallur í
Kollafirði og 25 ára sonur hins einnevnda E. í Kvívík.
2 Erichs- eru 49 ára kona uppsitarans úti á Bø í Kirkjubø
og 4 ára smádrongur í Tórshavn.
1 Friderichs- er 55 ára fráfarin konstápul, Petur F., í Tórs-
havn.
2 Gabriels- eru 32—34 ára børn hins einnevnda G. í Nólsoy.
1 Gad er 36 ára kona sorinskrivarans í Tórshavn. Elsti sonur
teirra, Jørgin, ber somuleiðis G. sum seinna fornavn ella
millumnavn.
3 Gregers- eru 27 ára húsmóðir og 23 ára arbeiðskona í
Kvívík og 6 ára óskilgitin drongur í Norðradali.
2 Gregorius- er 23 ára maður í Vestmanna, sum er sonur
eldra Grækarisar og faðir yngra Grækarisar í sama húsi,
og 18 ára arbeiðskona í Tjørnuvík.
13 Guttes- eru í somu bygdum sum fornavnið G., og har-
aftrat ein í Kvívík.
6 — Fróðskaparrit