Fróðskaparrit - 01.01.1969, Blaðsíða 66
74
Fólkanøvn í Streymoyar sýslu 1801
1 Haagens-, 49 ára soldátur í Tórshavn, er faSir hins ein-
nevnda Hákunar í Tórshavn.
9 Haldans- eru í somu bygdum sum fornavnið H., og har-
aftrat ein í Tjørnuvík.
10 Hammershaimb eru 63 ára ógift Eva Margretha, 57 ára
landfútin Wenceslaus og húski hansara, 54 ára fyrrv.
handilsfyrisitarin og húski, og 22 ára ógift Elisabeth
Mariane, abbadóttir bóndans í Hoyvík.
127 Hans- eru í somu bygdum sum fornavnið H., eisini á
Velbastað, har fornavnið H. ikki er; men á Sundi er
hvørki fornavnið ella eftimavnið H.
4 Haralds- eru 72 ára einkja og 74 ára einkjumaður, systkin,
sum búgva tveyeini, 33 ára soldátur og 35 ára kona, øll í
Tórshavn. Henda síðstnevnda er móðir hins einnevnda
Haralds í Streymoyar sýslu 1801.
29 Heines- eru í somu bygdum sum fornavnið H., tó ikki í
Koltri; men í Kirkjubø og í Kollafirði, h-ar fornavnið
ikki er, eru menn við H.-eftirnavni.
11 Henrichs- eru í somu bygdum sum fomavnið H., tó ikki
í Tórshavn, men í Nólsoy.
4 Hermans- eru tveir 39—50 ára menn í Tjømuvík, har
eisini fornavnið H. er, og haraftrat 58 ára kona í Haldórs-
vík og 32 ára arbeiðskona í Kirkjubø.
12 Isachs- em fýra í Kirkjubø, tveir í Tórshavn, tvær í Vest-
manna, og ein í hvørjari av bygdunum: Kollafirði, Leyn-
um, Norðradali og Velbastað. f flestu hesum bygdunum,
og haraf-trat á Sundi, í Hvalvík og í Saksun, finst eisini
f.-fornavnið.
6 Ivers- eru bara í somu bygdum sum fornavnið ívar, t. e.
í Kollafirði og í Kvívík.
148 Jacobs- eru í øllum sóknum eins og fornavnið Jákup.
1 Jans-, 39 ára Inger Jansdatter, er móðir hins einnevnda
Jans úti í Nólsoy.
14 Jens- em níggju í Tórshavn, trý í Kollafirði, ein í Kvívák
og ein í Vestmanna.
3 Joachims- eru børn soldátsins Joachim Hansens í Tórs-
havn.