Fróðskaparrit - 01.01.1969, Blaðsíða 68
76
Fólkanøvn í Streymoyar sýslu 1801
8 Magnus- eru í somu bygdum sum fornavnið M. og har-
aftrat í Hvalvík og á Sundi.
8 Mathias- eru sjey børn Mathiasar Hermansens í Tjørnuvík
og ein 17 ára arbeiðskona í Saksun, sum væl kann vera
systir teirra sjey 2—15 ára børnunum í Tjørnuvík.
63 Michaels- eru í somu bygdum sum M.-fornavniS, tó ikki
á Sundi, men í Saksun.
2 Mohr eru 79 ára Christine, sum er uppaftur gift við Jó-
hannesi Poulsen, timburmanni og kirkjuverja í Tórshavn,
og Peder Mohr, 23 ára fostursonur teirra.
10 Mortens- eru í somu bygdum sum fornavnið M. og har-
aftrat í Kaldbak.
3 Miiller eru 74 ára Gregers, »Magister og Rector Scolæ,
emeritus«, 65 ára kona hansara, Marin, og 34 ára ógifta
dóttir teirra, Elisabeth Christina.
74 Niclas- eru í somu bygdum sum fornavnið N., tó ikki á
Sundi og í Hvalvík, men í Kirkjubø og í Kaldbak.
1 Nicodemus- er 43 ára bóndakona í Hesti, men sum for-
navn er N. ikki til í Streymoyar sýslu 1801.
6 Niels- eru 95 ára ognarmaður í Kvívík, 80 ára einkja í
Kirkjubø, 59 ára soldátarkona í Tórshavn, 51 ára hús-
kallur í Kaldbak, 40 ára einkja í Tdrshavn og 37 ára hús-
kallur í Vestmanna.
4 Nolsøe eru 27 ára »Handels Betient« Jacob Poulsen N. í
Tórshavn, tvey heimaverandi børn hansara og ein 3 ára
smágenta í Nólsoy.
74 Oles- eru í øllum sóknum uttan í Kvívíkar sókn, men har
er Olufs-.
29 Olufs- eru í øllum sóknum í Norðstreymoy.
71 Peters- eru í øllum sóknum eins og fornavnið P. Flestir
av teimum í Suðurstreymoy eru skrivaðir Peders-.
79 Pouls- eru í øllum sóknum eins og fornavnið P.
14 Rasmus- er í somu bygdum sum fornavnið R. og haraftrat
í Nólsoy, í Streymnesi og í Vestmanna.
13 Samuels- eru í somu bygdum sum fornavnið S., tó ikki í
Tórshavn ella á Velbastað.