Fróðskaparrit - 01.01.1969, Blaðsíða 112
120
Ávirkan Ethanols á upptøkuna av heilivágum
funnið hetta at vera tað sanna virðið á staðnum, har ið upptøkan fer
fram (teir málbera seg: The »virtual« pH at the intestinal epithelial sur-
face.). Phenolreytt varð latið út í til at varnast møguligan leka. Ávirkan
ethanols varð kannað, tá ið hetta var til staðar blóðmegin (í Tyrodu-
løginum: 1.5 o/oo) ella gormegin (í heilivágsloysingini: 1.0 ella 2.0 °/o
(w/v)) á viljaveitini. Hóast upptøkan av heilivágum higartil ikki verður
hildin at vera ein virkin tilgongd, vórðu nakrar eftirkanningarroyndir
gjørdar, har eisini mettað varð við karbogeni gormegin í viljaveitini.
Sambært Smyth & Taylor (1957) er hetta neyðugt í kanningum av virkn-
ari upptøku. 1 hesum eftirkanningarroyndum vórðu upptøkur funnar, ið
lógu eitt vet hægri enn talva 6 sýnir, tó var hesin munurin ikki hagfrøði-
liga álítandi og ethanol hevði onga ávirkan á upptøkuna. Hetta bendir
samstundis á, at upptøka av heilivágum er ein óvirkin tilgongd.
Úrskiljing av neutralreyðnm í magan. Hesar kanningar vórðu gjørdar
til tess at fáa eina metan av blóðgongdini til magaslímhinnuna (Schanker
et. al. 1957). Rotturnar vórðu tilgjørdar, og ein støðug blóð ethanolstyrki
upp á 1.5 o/oo varð fingin til vega, sum áður tilskilað (sí upptøka úr
maganum). 5 mg/kg av neutralreyðum, ein nøgd, ið onga ávirkan hevur
á blóðtrýstið, vórðu latin inn í lærbláæðrina. Nøgdin av neutralreyðum,
ið úrskild var í 5 ml av 0.01 N-HCl í 0.9 °/o NaCl í tí tilbundna mag-
anum, varð kannað 1 tíma aftaná, at litevnið varð latið inn.
Magasýruúrskiljing. Fyri at meta um ávirkan ethanols á magasýru-
úrskiljingina, varð hon mátað á rottum í urethandoyving (1.2 g/kg i.p.).
Magin á rottunum varð tilbundin, sum áður tilskilað. Ein tíma seinni
varð magin tikin úr rottunum og innihaldið varð stoytt út, og skolað
varð við 10 ml av dropadrivnum vatni. Nøgdin av HCl varð mátað
við at titrera til pH 8 við 0.1 N-NaOH.
Sundurloysingarstarvsløg. Allar mátingar vórðu gjørdar á spektrofoto-
metri.
Ethanolsundurloysingar vórðu gjørdar eftir ADH-starvslagnum hjá
Lundquist & Wolthers (1958). Alkohol dehydrogenasu og DPN (NAD)
fingu vit frá C. F. Boehringer & Soehne G.m.b.H, Mannheim í Týsklandi.
Tá ethanol verður mátað í blóði, verður eggjahvítaevnið fyrst úrskilt við
perklorsýru. Hetta stigið varð ikki gjørt, tá ið mátað varð í heilivágs-
loysingum. Allar nevndu blóð ethanolstyrkir eru funnar í lívæðrablóði.
Barbiturat, tey eru diemal (barbital WHO), mebumal (pentobarbital
WHO) og phenemal (phenobarbital WHO), vórðu mátað eftir starvslag
Frey’s et al. (1961). Hóskandi nøgd av heilivágsloysingi við barbiturati,
varð sett til 1 ml av 1.5 M NaH2P04. Drigið varð nú úr við kloroformi
og síðan afturdrigið í 4.00 ml av 0.45 N-NaOH. Hvørvingarmunurin