Fróðskaparrit - 01.01.1969, Blaðsíða 120
128
Ávirkan Ethanols á upptøkuna av heilivágum
maga og viljaveit, ið her er greitt frá, vórSu av fyrstan tíS
settar fram sum tilhugsing, men eru síðan prógvaðar av Shore
et al. (1957). Og verða tær tí í dag vanliga kallaðar tiLhiugsing
Shore’s um pH-skiilarúm.
Ethanol verður vanliga hildið at stimbra magasýruúrskilj-
ingina. Ritchie (1965) sigur tó frá, at ethanol í høgum styrkj-
um ihev-ur lyndi til at minka um magasýruúrskiljingina og fáa
í lag slímúrskiljing vegna sfcaðan av magaslímhinnuni. Hetta
førir við sær, at pH í maganum fer upp (Travell 1960). Við
styrkjum av ethanoii yvir 10 °/o (w/v) í maganum, varð upp-
tøkan hiðani aftur minkað (sí 1. talvu). í 3. talvu sæst, at júst
við hesum styrkjum, verður vøksturin í pH ógvuliga munandi.
Eisini sást í hesum royndum, at magaslíimhinnan rodnaði upp,
av og á sóust eisini magasár. Slíkt er áður sæð á kettum
(Travell 1960). 1 hennara rannsókn við stryknini (ein lútur),
sum í loysing varð latið í hin tilbundna magan á kettum, vísti
tað seg, at hetta evnið var sterkari (fleiri dýr doyðu), tá ið
loyst var upp >í 0.15 N-HCJ. við 25 °/o av ethanoli í, enn tá ið
loyst var upp í 0.15 N-HCl. Niðurløga hennara var: Meira
stryknin varð upptikið, tá ið ethanol var í mag'anum, vegna
æðravíðkan, hæfckan av pH og sfcaða á magaslímihinniuni. Sam-
bært hesa niðurløgu Travell’s og tilhugsing Shore’s um pH-
skilarúm (1957, sí omanfyri), kundi ein hugsa sær, at hin afrtur
minfcandi upptøkan av mebumali við 15 og 20 % (w/v) av
ethanoLi í maganum var komin í lag vegna hækkaniina í pH í
hesum royndum (sí 1. og 3. talvu). Ein hækkan av pH upp
ímóti pKa virði mebumals (8.1), ber jú ímóti jóning av hesum
evni1), og skuldi so statt kunna gjørt møguleifcarnar fyri upp-
tøku verri. 1 teimurn 16 royndunum við 20 °/o (w/v) av etha-
noli (pH at enda 6.87+ 0.41, 3. talva), var tó einki samband
millum pH virðið at enda og upptøkuna um tíman, tá roknað
Jónað Újónað
) pH 9.1 90 %> 10%
pH 8.1 50 »/0 50 %
pH 7.1 10% 90 %
pH 6.1 1 % 99%