Fróðskaparrit - 01.01.1969, Blaðsíða 123
Ávirkan EthanoLs á upptøkuna av heilivágum
131
vágum í vaniligum dýnum, og neyvan heldur hjá menniskjum
undir vaniligum umstøðum. Ein silík virkan kann tí heldur ikki
sigast at vera orsøk tií styrkjandi samvinnu (potensiva syner-
gisrnu) mililum ethanol og miðdepressivar heilivágir, sum ein
bólkur av vísindamonnum halda, men sum einki fullgott prógv
er ført fyri ann. Henda niðurløga stendur uppímóti tí hjá Otto
(1954), Spann (1955) og Melville et al. (1966), men samsvar-
andi hugsan Graharrís (1960).
Fyri vísindamanniin er tað av alstórum týdningi at greiða
frá, hvat slag av samvinnu talan er um. 1 innganginum vórðu
rannsóknir nevndar (Schiippel 1967), ið víst høvdu, at ethanol
er ført fyri at darva niðurbrótingina av heilivágum. Hetta
kann føra til styrkjan, men er enn bert víst fyri tvinnanda 'heili-
vágir. Ein onnur greining kann vera hendan: Til at fáa eina
ávísa virkan av einum heilivági, t. d. 9vøvn elíla deyða, er
neyðugt at styrkín av sovievninum (barbiturat el'la í summum
førum ethanol) í miðnervalagnum kemur upp uim eitt ávíst
mark. Siga vit nú, at maður hevur drukkið so miikið av etha-
noli (rúsdrekka), at hann er um at sovna, og so afturat fær
nakað av barbiturati, er møguligt, at maðurin doyr, hóast
barbituratnøgdin í vanligum førum ikki so frægt sum skuldi
fingið mannin at sovna. Hetta kemst av, at styrkin av ethanoli
er so stór, at komið er á »sovimarkið«. Hin Mtla nøgdin av
barbiturati, ið afturat verður givin, kann nú virJka ølil sum
hon er, vegna tess at einiki av barbituratinum gongur tiil at
koma upp á »sovimarkið«. Samvinnan milllum ethanol og
barbiturat kann altso kortini vera samløga, hóast samvinnan
sær út, sum var hon styrkjandi (potensiv).
Fyri hin vanliga læknan er ikki avgerandi, um samvinnan
millum ethanol og miðdepressivar heilivágir er samløga ella
styrkjan. Tó er hann al'tíð varin við at geva hesi evni saman,
eftir at Møller (1953), sum hin fyrsti her á okkara leiðnm,
vísti á vandan við hesum.