Fróðskaparrit - 01.01.1969, Blaðsíða 132
140
Brillumanninum til verju
Og Sir John Stanley skrivaSi o. u. 1835:
ln Faroe a Baron Hompesch landed with his crew and by force took
from the inhabitants not only provisions for present use, but every article
of their property which was convertible into money; and if he did not cut
down or shoot any of the poor Faroese it was only because they were in
no place collected in numbers sufficient to tempt them to opposition.2
Satt at siga hevði eg í so nógv ár verið blindaður av tí ringa
orðinum, Brillumaðurin hevði á sær sum sjórænari og ráns-
maður, at ilt var hjá mær at trúgva, at nakað kundi vera hon-
um til verju. Men greiðir, skjalprógvaðir vitnisburðir vísa, at,
hóast manningin á Salamine vóru ráir og ringir at hava undir
aga, kann prógv ikfci verða borið um, at Hompesch sjálvur
hevur framt nakra óløgliga gerð í Føroyum. Frágreiðingarnar
siga, at hann var ævintýramaður og hevði Mkindi til tað, sum.
vápnaður hermaður, men hann var eingin ránsmaður ella sjó-
rænari — heldur ikki so harðrendur, s,um hann løgliga hevði
havt rætt til.
Hendingarnar hetta summarið byrjaðu við, at briggin Clio,
førd av kapteyninum Baugh, fríggjadagin hin 22. apríl 1808
kom til Føroya á lei-ti eftir donskum indiafarum á heiml-eið.
Kapteynurin Baugh skáksigldi við skipi sínum um oyggjarnar
í meira enn tríggjar vifcur, áðrenn han-n kom tiil sjóndar út fyri
Skansanum seint á degi sunnudagin 15. mai. Tíðliga mána-
morgunin vórðu 50 menn settir á land, og kommandanturin
gav s-eg undir. Treytirnar v-ið undirgevingini vóru 1) a-t Skansin
við skotvirkjum sínum skuldi verða la-tin sigurvinnaranum,
2) at hermannaliðið á Skansanum sfcul-di ifcki fara í part móti
Bretlan-di I eitt ár og 3) at ognir einstaklinga skuldu verða
eirdar, men øll ríkisogn skuldi v-erða latin sigurvinnaranum í
hendur. Síðan na-glrak manningin á Clio gotursty-kkini og fór
avstað v-ið hernaðarútgerðini, og týskvøldið 17. mai fór Clio
úr Havn (Tórshavn) ti-1 Leith.3
Kaparin Salamine kom til Føroya u-m endan á mai, eisini á
leiti eftir donskum -indiafarum. Skipið kom á Havnina fyrstu
ferð mikudagin 1. juni o. u. kl. 3 um morgunin. Hompesch
ætlaði hesaferð bert at fáa fa-tur í hi-num 63 ár-a gamla skipara