Fróðskaparrit - 01.01.1993, Page 2

Fróðskaparrit - 01.01.1993, Page 2
6 BÁTSBANDIÐ som ikke ere begrundede i det almene Vel, skulle hæves ved Lov’2. Hugtakið ‘bátsband’ er illgitið í oyrun- um á mongum. Tað verður tíðum sett í sam- band við ta harðrendu viðferð, føroyingum var fyri, tá danakongur hevði einræði í ríki sínum, og Føroyar vórðu stýrdar av monn- um hansara. Men tað vóru ikki øll, ið vóru misnøgd. I fleiri bygdum var heitið als ikki kent, aðrastaðni høvdu teir hugtøk við meira hvørkisligum klangi um skipanina, t.d. ‘bátshandil’, og onkustaðni vita teir ikki um misnøgd í sambandi við hana3. Líkt er tí til, at ymist var, hvussu skipanin virk- aði og var dámd frá bygd til bygd. Orða- skiftið millum manna undan avtøkuni hava vit ikki kunnleika um, men tey mongu rætt- armálini, ið umrødd eru í tingbókunum, vátta, at skipanin ofta elvdi til stríð. Eftir at skipanin var tikin av, og fyritreyt- imar fyri føroyskum samfelagsbúskapi høvdu verið fyri broytingum, kyknaði nýtt orðaskifti um bátsbandið, nú við hugsjón- arligum atliti. Bátsbandsskipanin varð nýtt í politiska orðaskiftinum til at lýsa órímu- ligu støðuna hjá verkamonnum og ognar- leysum í einum samfelag, har tey, ið sótu við jørð, høvdu serlig rættindi. Politiska viðgerðin av evninum gjørdi sjónarmiðini meira avgjørd enn gott var, og rættiliga øði spann tað í mong, tá ið danski javnaðar- maðurin og forsætismálaráðharrin, Thor- vald Stauning, í eini útvarpsrøðu í 1938 sammetti føroyska bátsbandið við tað sera illgitna stavnsbandið í Danmark - ein skip- an, ið sýtti donskum bóndum at flyta frá góðsinum, teir hoyrdu til, og hevði til enda- máls at tryggja góðseigarunum bfliga arb- eiðsmegi. Bátsbandsskipanin Bæði av viðmerkingunum til fólkatingslóg- ina, ið avtók bátsbandið, og tí, ið fólk síðani í orði og á skrift hava greitt frá, sæst, at samanbering Staunings er burturvið. í við- merkingunum til fólkatingslógina verður tikið soleiðis til: ‘Forholdet imellem Baadsejeren og Mandskabet er nærmest at betragte som et Slags Interessentskab, idet Mandskabet ikke kan gøre Fordring paa nogen direkte Betaling for sit Arbejde, men kun paa An- del i Udbyttet som deles imellem Mand- skabet og Baadsejeren, saaledes at hver Mand faar en Part og Baadsejeren en Part særskilt for Baaden, om han end er med den, saa at f. Eks. Fangsten paa en Baad med 8 Mands besætning deles i 9 Dele, hvoraf en tilfalder Baaden’4. Yngru keldumar geva somu mynd. Víst kundi ósemja taka seg upp og rættarmál spyrjast burturúr, og víst tálmaði skipanin menningini í føroyskum vinnulívi í 19. øld, men hon hevði eisini við sær sosiala trygd í bygdarsamfelagnum og gav øllum arbeiðs- fømm monnum rætt at søkja sjógvin um veturin við tryggum fari. T.d. kundi maður ikki verða koyrdur av bátssessi sínum móti sínum vilja5, og bátur undir skipanini hevði skyldu til at taka mann við, ið var til avlops, um tað yvirhøvur var gjørligt6. Skipanin gav tí ikki bátseigarunum høvi at eyðræna tey, ið ikki áttu bát, men var tvørturímóti bygd upp um sínámillumábyrgd í bygdar- samfelagnum. At skipanin harafturat neyvan var áløgd av kongsvaldinum eins og stavnsbandið í Danmark, men heldur hevði røtur sínar í føroyskum samfelagslívi, geva bæði til-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.