Várskot - 01.01.1905, Blaðsíða 2

Várskot - 01.01.1905, Blaðsíða 2
og størri londun hevur verið so mangt annað til at spreiða hugin kjá fólki. Best sæst munurin, tá ið ein llknar saman føroysk kvæði og onnur norðan- landa kvæði um sama evni. Tað sum skilir tey longri føroysku kvæðini frá kvæðun í øðrun londun er ikki tað, at aðalevnið er ríkari, men helst tað, at í teim føroysku dvølst longur í frásøg- nunun. Og kvar ið talað verður urn sjó- ferðir — og tað er so tlðun í kvæðu- nun — har vísir tað seg, at tey føroysku kvæðini siga nógv greiniligári, ríkari og betri frá enn nakað annað lands kvæði gera tað. Tað er eyðsæð, at slík kvæði eigast av einun fólki, sum er vant til at ferðast á sjónun og sum elskar sjógvin. Jakob Jakobsen. ^óladansur. iður tað var frá fornari tíð, so sigist í gomlum sogum, at jólahátíð bar boðini blíð til gamans í dansustovum. Gamalmans sinni og barnalund, 611 fegnast til dansugaman; sveinar og moyar á kvoldarstund til skemtunnar hittast saman. Her liva minnir um forntiðarverk í fólksins lyndi og virki; tey nú berast fram so lívsfrísk og sterk til ungdómsins spekt og merki. Her finnast vinir í góðum lag, her nørist gleðin um lívið, her birtast vónir um eydngóðan dag, her sveinur kannar sær vívið. Tey stíga á gólv og trína dans, so staðsiliga tey stíga; og fagurligt yvirbragð, sámiligt ans man dansin og samkomu prýða. Hátt dunar ljóðið í gleðisholl, tað lættir frá hvondagsstríðum, tað ljómar út yvir víðan voll tað lívgar um lívið í býum. Við treystari tungu so hvoll og sterk, við lysti og fríðum lótum, kvoðast tey kvæði um stórmannaverk; tað nítur at hjartarótum. Tey kvæði um bardaga kalda gleim hvar menn á leikvóllum hittast, og frægir kappar til annan heim dátt burtur av dogum kvittast. Tey kvæði um dirvi, dugnað og dáð, um trúskap í vinatali. Tey kvæði um elskhug, kærleik og trá, ástarleik í moyarsali. Kvæði um húgprúð reystmenni góð, fríir í miklasta vanda. Kvæði um hásinnað fríborin fljóð, ið altíð sum dømi stanđa. — Dansur og kvoðing var fostrandi makt í Føroyum 1 gomlum dogum, tí har varð lívssterkt í fólkið lagt hvat annars er skrivað í sogum. * * *

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.