Várskot - 01.01.1905, Page 3

Várskot - 01.01.1905, Page 3
3 — Føroyingar troða dansin væl enn, men hvar er kvæðanna andi? Hugstórar kvinnur, fríir menn, stórlætis siðir á lanđi? Vár góðgripur kom 1 órøkt og háð, so fáur kendi hans virði; og kvæðini fullu á deyðastrá, — hvat fingu vit afturfyri? Eitt orvitis vesælt vísu-mjarr. Ið fólkahugan avbronglar; og dansurin varð til tovan og tvarr og rennan, sum elti ein vargar. 7. D. jYíattisar skansi. (Ur Juhani Aho: Enris). ú ert óður, Matti! Eg taki upp aftur: túertóður! Bardagar standa fyri og hava so gjort leingi. Figgindin er komin inn um markið og liggur nú hinu- megin vatnið. Og tú letur ikki inn at tær ganga, rørir ikki eina hond, tó tú sært, at oll vit onnur eru gjord út uppá at flýggja. Og heldur einki hevur tú gjort fyri at verja teg. — Hvussu veitst tú tað? — Tú fæst jú ikki við annað enn at pløga og sáa, leggur umframt nýggj gerði inn, skerst upp haga, veltir fornlendi um til akur, fyllir upp hvorja veit, tú bert eygað við og hækkar garðarnar um træðir tínar. Og enn meir — tú hevur reist nýggj úthús ár undan ári og betri hevur tú gjort tær reiðskapin. Væntar tú ikki fíggindan at koma yvir vatnið? Ella hvat hugsar tú? Tú bert teg at, sum hovdu vit haft frið í hundrað ár og friðurin var bundin í teim komandi túsund. — — Hvat átti eg at gjort ? Hoyr granni, heldur tú teg at vera vitugari mann, enn eg eri, legg mær so ráð! — Tú átti at haft borið teg at, sum eg og vit handan vatnið. Einki bygdi eg í teim síðstu tíggju árunum; jorðin kastaði av sær, hvat hon kundi, og tað umsetti eg í pening. Nú beri eg alla mína ogn uppi á mær. Tá eg flýddi, setti eg eld á garðin og tá ránsmennirnir komu, var einki at ræna. So bar eg meg at! — Søti mín, hvor lovar fyri sín egna greytaspón. Lat nú eisini meg skrogga sitt syndur uppi yvir mínum atburði. Tú fyllir lummarnar, eg gravi mína ogn í jorðina. Hvar mann hon vera betur fyribeind um fíggindin tekur okkum báðar? Ella hugsar tú, hann tekur fylluna úr veitunum, skumpar saman plógvrennurnar ella setir niður aftur lokið, eg tók upp við rótum? — — So óður er hann ikki! Oghersært tú! Ellahugsar tú, athann gevur sær stundir til at skræða niður garðarnar og breiða steinarnar út aftur urn bøin. — Nei, júst so fer hann væl ikki at bera seg at. — Nei, tú kannst svorja fyri, at hann ikki ger tað. Menn tí eru nú díkini gravir mínar, steingarðarnir múrar og akrarnir og teigarnir vollir mínir,

x

Várskot

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.