Várskot - 01.02.1905, Blaðsíða 1

Várskot - 01.02.1905, Blaðsíða 1
BLAÐ FØROYINGAFELAGS I KEYPMANNAHAVN. Nr. 2. FEBRUAR. 1905. Fámenta fólk: fylkist tú oxl móti axlum, tá gerst tær stálkynt í jaxlum, sameinda fólk! Sa^nir úr K^laneli. Øum tað gamla norrøna málið í Hetlandi varð undirtvingað av ti ein- gilska (lágskotska), so at nú bert leivingar eru ettir av tí, blandaðar tipp ímidlun tað eingilska, so er eisini gingið við teimun gomlu hetlandsku søgnunun av norrønari rót. Tær flestu eru horvnar, burturtrongdar saman viðmálinun. Sumt er tó ettir av gomlun ivirtrúsøgun og ævintírsøgun, ið líkist nógv attur at frásøgnun í Føroyun um somu evni. Tað ið sigst frá nikinun (í Het- landi nevnist hann njoger edla njogel) ber í tí mesta saman har og kjáokkun. Gandakraftur er í hala hansara, og tann ið nertir við hann verður áfastur, um honun ikki dettur í hug at nevna nikin við navn, tí tað tolir nikurin ikki, og so er maðurin leysur. Nikurin vísir seg helst sum eitt ross í skapilsi; tað einasta ið skilir burtur frá er halin; á Hetlandsnikinun er hann ringdur og líkist einun kjóli, men sæst vanliga ikki, av tí at nikurin krógvar hann iun ímidlun atturbeinini. Hann roynir at lokka fólk til at seta seg upp á bakið á honun og fer so tvísporandi i vatnið við teimun; tí í vøtnun hevur nikurin sítt tilhald. I Hetlandi eru mong vøtn ið nevnast Njogersjøn edla »Njogels- \vater«, tað eri føroyskun: Xikartjødn, Nikarvatn. Hetlandsnikurin ger nógv av at forða vatnmilnun gongu; hann leggst í únna undir milnuna og heldur fast um fjaðrarnar á kvadnkadlinun, so milnan kann ikki ganga og kodnið fæst ikki malið (í Hetlandi alist meira kodn enn í Føroyun; tí er henda frá- søgn vanligari har enn kjá okkun). Føroyanikurin vísir seg stundun við ljósi á halanun til at lokka fólk tíl sin — av hesun er tað, at vit kadla lísandi luftsteinar og stjødnuskot firi »nikbrandar«. Xorðuri á Meginlandinun í Hetlandi er nakað ið kadlast sjopilti, tað er »sjópiltur«. Tað minnir um okkara »sjódreygil«, men blandast nú á døgun ofta saman við nikin, tó at navnið vísir,

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.