Várskot - 01.02.1905, Blaðsíða 2

Várskot - 01.02.1905, Blaðsíða 2
— 6 at djórið hoyrir heima í sjónun og ikki í vøtnun sum nikurin. Frásagnir um huldufólk bera eisini nógv saman í Hetlandi og kjá okkun. Hetlendingar kadla tað hill-folk, sum ætlast at vera >'heygafólk« (eingilskt hill — heygur), men orðið man bert vera ein umbroyting av orðinun »huldufólk«. Ofta verður huldufólkið nevnt »gooð folk« (gott fólk) firi at gera tað blítt, tí ringt er at vera óvinir við slagið, sum er ógvuliga hevnisamt og ræður firi eydnu edla óeydnu kjá teimun, íð tað stendur seg væl edla idla við. Huldu- fólkið er nakað sum menniskjuni til útsjóndar og lívsháttar uttan tað, at tey liva í tí dulda, í heygun; men ofta koroa tey fram og blanda seg midlun menniskjur. Tey kunnu gera seg ósjónlig, kasta »hulduhatt« edla »dilhatt* (í hetlandskun: dolhoit) ivir seg, og tá kunnu bert framsíggin fólk síggja tey. Tey leingjast ettir at blandast midlun menniskjans bødn, stjala smá- bødn úr vøggunun og leggja »bíttlingar« í staðin —ja stundun hava framsíggin fólk verið varug við, at huldufólk hevur verið til altars. Stundun hava fólk verið tikin inn í heyg, og tá ið tey eru komin út attur, hava tey altíð verið undarlig í høvdinun, hjitns edla hwims, og einki hevur fingist út úr teimun. Bæði huldufólk og trødl gera nógv av at dansa — »haltidansur« kadlast dansur teirra í Hetlandi, av tí at tey duga ikki at dansa rætt, men fara haltandi. Tey eru ógvuliga «musikalsk«, siga Hetlendingar, og teir bestu nótar skulu vera komnir frá teimun — nótar sum fólk hava hoyrt spældar inni í heygun, meðan tey hava staðið uttan- firi og lurtað. Søgan um kópakonuna er nær um eins í Hetlandi og í Føroyun. Ein maður kemur óvart á eina kópakvinnu, sum hevur lagt ham sin frá sær á ein sjóvarklett (kóparnir kunnu taka ha- mirnar av sær og eru tá fólk); hann tekur hamin frá henni, so hon sleppur ikki attur á sjógvin, førir hana heim við sær og hevur hana til konu. Men hamin krógvar hann, so at hon kann ikki finna hann. I teirri føroysku søguni sigst, at maðurin krógvar hamin niðri í einari kistu og hevur altíð likilin kjá sær; men eina ferð tá ið hann er farin til útróðrar, hevur hann gloymt hann ettir heima; konan finnur likilin, niður í kistuna ettir haminun og er so horvin, tá ið maðurin kemur heim. I Hetlandssøguni sigst, at eina ferð sum maðurin er at seta upp skrúgv (kodn- skrúgv) í kodngarðinun, sær ein lítil drongur hansara pápa sín leggja eitt skinn inn í eitt skrúgvið og fer heim og sigir hetta firi mommu síni. Hon út í garðin nm náttina, meðan hini sova, rívur skrúgvið niður, finnur hamin og rímir so burtur alt firi eitt. »Seyðamaður á Sondun kendi knív sín burtur í øðrun londun«, so ljóðar eitt gamalt føroyskt ørindi. Eina ferð sum hesin sami seyðamaður sat og bant tveingir sínar burtur í haga og hevði lagt knívin frá sær, kom ein kráka, tók knívin og fleyg við honun í nevinun í ta ætt sum Noreg liggur. Stutt ettir hetta kendi maðurin sterka ferðingartrá á sær, búðist til ferðar og fór til Noregs. Har kom hann inn kjá

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.