Várskot - 01.02.1905, Blaðsíða 3

Várskot - 01.02.1905, Blaðsíða 3
7 — einari gandakonu; hon setti mat fram firi hann og legði knív á borðið — hansara egna knív, sum krákan fór við. Hann grunaði nú, at hann var komin til eina gandakedling, og at hon var krákan á sinni. Sama søgan er í Hetlandi um ein mann haðani, sum kom til Noregs á sama hátt. Bæði í teirri føroysku søguni og í teirri hetlandsku sigst nú frá, kvussu hesin neyðar maður, ið ikki kann sleppa burtur frá gandakonuni, endiliga fær hjálp av eini aðrari gandakonu, sumleggurhonun ráð, kvussu hann skal bera seg at, um hann vil sleppa burtur. Hann filgir hennara ráðun (ovlangt er at greiða frá ødlun tí her) og sleppurheim attur til sín sjálvs. Søgan um skarvin og æðuna, ið kappaðust um dúnið, er væl kend í Føroyun. Tað var boðið øðrun teirra at fáa dún, og tann skuldi fáa tað, ið betur dugdi at vaka og var firri til at siga frá, tá ið dagurin kom undan. Bæði settust at vaka um kapp eina nátt, men æðan vildi fáa sær ein svøvn first og settist alt firi eitt til at sova. Skar- vurin andøvdi móti svøvninun til út ímóti lísing og skar tá í rópið: »Nú blánar í eystri!« Men hetta var ov tíðliga rópað; æðan vaknaði av tí og var nú fudlsvøvnd, meðan skarvurin sat og durvaði av svøvni. Tað firsta ið sólin kom undan, rópaði æðan: «Dagur í havi!« og hevði so vunnið dúnið. — Henda søgan er eisini í Hetlandi, tó ikki um skarv og æðu, men um hegra og svan. Hegrin í Hetlandssøguni svarar til skarvin í teirri føroysku, og svanurin kjáteimun svarar til æðuna kjá okkun. Tá ið dagurin kemur undan, rópar syanurin: vHegri, hegri! daga-light i’ de hedder [heather]! I ha’e de double doon and doo de single fedder [feather]«. (Hegri, hegri! dagslísið fedlur ivir lingin! Eg eigi tað dupulta dúnið og tú bert ta einfaldu fjøður). Jakob Jakobsen. }-@tur i spenni! ann, ið lítið er til manna, verður altíð eitt neyðardýr, — tað mugu vit sanna. Hvat kann tað nytta, um vit fáa »telegraf« og aðrar »boðfretir«, vit sita tó eftir á berum sum sleikt greyta- sneis. Nu hava teir ella tær lærdu — konufólk er allastaðnis við — tikið bæði Sverra (—hin gamla—) ogMagnus Heinason frá okkum og siga, at teir vóru ikki Føringar. So gongur! Og alt strýkur av landinum nú á dogum; sumtrekst her og sumt reksthar; summir fara, grópandi upp um oklar, heila Dan- mark runt í hundadogunum og henta gularøtur til gróður i P'øroyum; summir verða hovuðsmenn á Ribarhús, og summir verða settir sum »skálkar« í Dómkir- kjuna; summir vitja Olgar Danska á Krónborg fyri at meta hár teirra saman við skeggi á Olgari; summir hava slíkar hugsjónargávur, at teir síggja Gustav Vasa fara í einum tríbekki tugandi tvørtur

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.