Várskot - 01.02.1905, Blaðsíða 4

Várskot - 01.02.1905, Blaðsíða 4
— 8 — um »Kettugotið«, tó at hann sum neyta- drongur fór beklandi yvir brekku og bleyta myru einaaðraleið. Summir verða hongdir sum prýði á Charlottenborg; og summir hava so vakrar ryggloyngjur, at tær verða avflettar og hongdar upp sum tvostlykkjur á royvini á einum óðrum til auktión — nei, nei, vælsignað! og meini til »adoratión«. —Slíkar eru »kvalifikasjewnurnar«! Og meðan aður trí dansaðu á Skarði, so dansa nú eitt og eitt úti undir eini væðing í Amaliu- gðtu; og eg frætti nú, at til summars skulu teir brókaleysu Blámennirnir kvoða »Brákatátt« i Tivoli, og Skrælin- garnir skulu kvoða fírfalt um »bukkur og sjórikið spik«. Og ein av »teim góðu monnum, sum vit treingja« skal nú, frætti eg, leggjast sum heftuplástur tvortur um »Kjolin«, til tess at Noreg og Svoríki ikki skulu skrædna frá kjólinum. — So gongur. Skam fái skilið! Men tað er tí verri ikki bara fólk, men eisini grót og ull, sum fer av landinum. Fyri nðkrum árum síðani komu lærdir menn frá útlondum til ymsar bygdir í Føroyum fyri at leita eftír for- num dýrgripum, og millum annað høvdu teir fingið fatur á einum gomlum akkeri frá víkingatíðini. Hetta var ikki eiti av fundi! Men dagin eftir at hesir mennirnit vóru farnir við hesum navn- frama akkeri, sum hevir vunnið teimum navn sum »stórir« vísmenn, tá slapp maður Gortru við Lið ikki á sjógv og mátti skava korka í staðin fyri. Grunn- línukrabbin hjá honum var horvin í loyndum! Lítið gagn hevði hann av, at hann hevði bonglað, sær ein gamlan jarnkong um steinin í seinastu upplðgu. Men tað er verri enn: okkara gomlu føroysku troggjur hava í longri tíð borið navn av Islandi, tó at tað ikki er yvaleyst, at Snorri góði, Njál ella Gretti bóru hetta plaggið Men harmast mugu vít, táiðvitbera eyga við at yvirmenniskja- blðð geva íslandskum hesti føroyska troyggju um búk og bein. Nei, nú mugu vit protestera! Vit unna væl honum sjálvum ráðineytinum hjá teimum eina góða føroyska troggju fyri*at fløva kroppskinni á sær, tá ið hann ferðast yvir hav og stein. Vit siga eisini, at Islendingar eru fólk, tó at teir ikki hava hirtt at tikið okkum upp á tunguna, men skjóta bara til Blámenn og Skræ- lingar; — skinsliturin ger tó lítlan mun. Men ein hestur, sum ikki dugur fólka- skikk, í føroyskum klæðum! Illsinnið kókar í mær, so forsyndaður eri eg og tí ráði eg til: Latið okkum halda j u s t i t s o:ráðaokkum sjálvum, og gera av og seta fram: Sýnið fram, hvat tit vilja, men lat ikki »ófólkaligar« íslandskar hestar í føroyskan búnað. Emmus á Gaddi. NB. Eg heiti annars Demmus á Gaddi, men prentarin helt, at eg hesi , ferð kundi kalla meg Emmus FELAGSTÍÐINDI. Fastalavintsveitslan verður Leygarkvoldið t. 4. Marts á Nyt Land- mandshotel, Halmtorvet Vit bjóða ollum Føroyingum. — Føroyingafelag gevur út. — Valentin & Lund, Niels Juelsgade 9.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.