Várskot - 01.05.1905, Page 1

Várskot - 01.05.1905, Page 1
BLAÐ FØROYINGAFELAGS í KEYPMANNAHAVN. Nr. 5—6. MAJ—JUNI. 1905. ® (|UJ| /-y--v Fámenta fólk: )) ) ) fylkist tú oxl móti axlum, f(FPr JJJ tá gerst tær stálkynt í jaxlum, ( UJJJ sameinda fólk! Jgg) ® Sangfuglur ættana. (Ævintýr av H. C. Andersen.) er uin vetrar tíð, jørðin liggur fjald undir kava, hvít sum mar- morið, ið høgt er úr fjallinum; him- malin er høgur og klárur, vindurin hvassur sum dvørgasmíðað svørð, trø- ðini standa sum hvítar korallir, sum sprettandi mandilkvistar; her dregist andin lættliga sum uppi á teim høgu sunnanfjøllum. Føgur er náttin við bleiktrandi norðljósi og ótaldum glóg- vandi stjørnum. Stormarnir koma, skýggjini førka seg — teypua, svanadun; kavaflokkarnir fúka, fjala hús og leið, tann opna bø og teir trongu stíggjar. Vit sita í tí fjálgu stovu, við grúgvuna og hoyra tíðindi frá farnum døgum, vit hoyra eina søgu. Uti við tað opna havið lá ein kempa grivin; á grøvuni sat við miðannátt kempan sjálv — kongur hevði hon verið — í hamferð; gullringurin, um hennar høvur lá, glitraði; hárið flag- saði fyri vinđinum, klødd var hon í jarn og stál; sorganbundin sat hon við høvur í hendi og gav seg í friðloysi. Tá kom eitt skip siglanđi. Tað kastaði akker og skipsmennirnir stigu á land; eitt skjald var millum teirra; hann helt mót kongalíknilsinum og spurdi: Hví syrgir tú so? Tá svaraði tann deyði: Eingin kvað um verk mítt; tað er deytt og gloymt; ikki bar kvæðið boð frá tí út um lond og inn í menniskjans hjørtur; tí fái eg ikki frið, ikki hvílđ. Og hann greiddi frá sínari gerð og sínum roysnum; hanns samtíð visti

x

Várskot

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.