Várskot - 01.05.1905, Blaðsíða 6

Várskot - 01.05.1905, Blaðsíða 6
__ 22 __ og konuklæbi á knæið falla, settu á bróstið breiðar steinar, og snotiliga upp hárið settu. Segði tá Loki, Leyvoyarsonur: „Tær skal eg fylgja sum terna tín, vit skulum aka í ,Iotnaheim“. Riknir strax vórðu bukkarnir heim, skjótt settir fyri, skuldu væl renna. Bjørg brotnaðu, brann jørðin í loga, Oðins sonur ók í Jotnaheim. Segði tá Trýmur, tussa đrottur: „Standið upp, jotnir! og stráið beinkin; nú føra tey mær Froyju til konu, Xj arðar dóttur úr Nóatúnum“. Ganga har at garði gullhyrndar kýr, oxar alsvartir jotni at gaman: „Fjøld eigi eg av mentum, fjøld av dýrgripum, Froyja mær einans tykist at tvørra.“ Kemur nú dagur skjótt at kvøldi og fyri jotnum var øl framborið. Eina át han oxa, átta laxar, krásirnar allar, fyri konunum settar, tríggjar drakk maður Sivju tunnur av bjóri. Segði tá Trýmur, tussa drottur: „Hvar sást tú brúður bíta hvassari? aldri sá eg brúður bíta breiðari, ei heldur moy meira drekka.“ Snotilig sat tann ternan fyri, ræður hon jotni orðum at svara: „Einki át Froyja í átta døgum, so var hon ovfús eftir Jotnaheimi.“ Leit unđir línið, lysti at kyssa, men hann stakk inn gjøgnum enđlangan sal: „Hví eru ófrýntlig eygu Froyju, tykist mær úr eygum eldur at brenna“.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.