Várskot - 01.07.1905, Blaðsíða 4

Várskot - 01.07.1905, Blaðsíða 4
— 28 alt eftir almakts ráð, mót honum vildi kriggja, men mátti undan flýggja, hann dreiv meg himmal frá. Stórur herur mær til helvit fylgdi, sjeyfold toran eingla innvøl skildi, hjá mær og mínum var tað sorgargildi, í helviti vit neyðugt falla vildu. Ta lierligheit, eg hevði,, hann her á støvið legði, tey eru skapt av jørð. Tó eg eri her aleina, eg djevils-kunst skal royna og gera sum eg bør: í upprør koma teim mót teirra skapar; himmalin straks menniskjan fortapar, teirra slekt straks ettir teimum apar, helviti snart móti øllum gapar. Nú meðan Satan gríslar, við óndskaps tonkum sýslar, hann Adóm gongur fram á blomsturmark tí grønu við hústrú síni skjønu, ei kendi synd og skamm. Talar hann Adóm so til sína kvinnu: Tú frá himli givna mín manninna! her vit skulu alla lukku finna, Harrans boð vit gloyma ei, men minna. Tað træ í haga stendur, er gjørt við Harrans hendur, hann boðið okkum beyð, ei eta ella røra ta frukt og okkum føra í tungu deyðsins neyð. Alla verøld gav hann os at valda, verilsi í Paradís tað balda, ei er tungt tað Harrans boð at halda, skapara boð skal altíð hjá os galda. So nøia Sátan slotar og djúpt í hjarta potar tað bíska avinđs fund. Nú vax tann djevla frøði: tað forboð tað var løgið, eg bíði eina stund; Evu skal eg sterkan lyst innskjóta, forboð fyrst skal mestur hon forbróta, ovseint skal hon sína synd fortróta, part frá mær av helviti skal njóta. Nú myrkheits-høvding attur til ferðar gjørdist lættur, og tá á flog hann fór, hann svevar hav og landar og krydsar bugt og strandar at speia hvørt eitt djór, frá elefant o hval til minnstu flugu, svevandi alt undur himmal-buga, skálkasnið var nú í Sátans huga, valdi hvat sum helst hann sá at duga. Tann Almakts Gud hin stóri, sum sat í himmal-kóri, fullvæl hann Sátan sá, og djevlaráð hann kendi, teir høvdu har um hendi, tá hann dróg helvit frá. Talar hann til sonin sín einborna: Tú mín egin einasti útkorni! rasarí tók fíggindan forsvorna, ei kann halda honum fanga-tornið. Síggj, Sátan um hann svevar og eftir illum strevar, so ónd tá er hanns akt; hann eftir illum ansar, og ikki hann tað sansar, av mær hann hevur makt; menniskjan vil Sátans lygnum trúgva, væl kann Sátan fyri teimum Ijúgva, fráHarrans boð tá skulu tey sær snúgva, synd hjá teim her eftirdags skal búgva.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.