Várskot - 01.07.1905, Blaðsíða 7

Várskot - 01.07.1905, Blaðsíða 7
— 31 — Imillartíð hin leiði nú strýkur iumn um heiði og hugsar sær um ráð, ei tordi inn at lúra um Parađísis múra; har stóðu vaktir á. Yvir stóra vatn man Sátan svinga; væl sær djevil, at man gelinga seg í runu undir jørð at stinga; keldan upp í Paradís man springa. 0 Eva, at tú visti, hvat fíggindi teg gi>ti, tú ei var fallin so; tú hevði teg væl varað; tú fall í Sátans snara, tí tú breyt Harrans boð, Sátan djór so nøia hevði speiað, av øllum slangu helst hann vildi eiga, best av djórum snildir kundi greiða, Evu út í froystilsi at leiða. Tann slanga Evu møtir, og snúðist fyri føtur, til Eva hana sá; nú talar slangan snilda: Vælkomin tú hin milđa! eg rann úr mínu vrá at heilsa tær, tú guđlík kvinna fagur, á jarðaríki eingin er so frægur, hvørki đjór, ei fuglur ella maður; gudinna kalla átti hvør so glaður. So bilsin Eva stansar: Hoyr slanga, at tú sansar, eg fyrr tað havi trúð; sum menniskja kann tala og hevur orma hala — tað hoyri eg fyrst nú. Ormur fagri so til orða tekur: Ei eg undrist, at tað unđur vekur, eg fyrr var stumm sum djór, um verøld rekur, men nú við vit at snakka er ei trekur. í morgun eg við møði mær leitaði um føði, eg sá so stórt eitt træ, tað fullt við frukt man hanga, eg hagar mundi ganga og mundi royna tað. Ta søtu frukt eg át, tað væl man smakka, fornuft kom straks í dumma slangunakka, eg gávur fekk við fólkavit at snakka, ei longur burt er neyðugt nú at fjakka. Tá eg, so đumm ein slanga, tær gávur kundi fanga, hvat mundi tá sjálv tú? tað er ei tvívl at bera, tú straks sum Gud skal vera, um tú mær hevur trúð. Verølds drottning má tað ei forsmáa, Guddóms kraft av tí skal hon víst fáa, við himla makt skal jarðaríki ráða, tað eg við sannheit nú kann henni spáa. Snart hugmót Evu søkti, sum slangan so forøkti, við síni snild og list. Tí træi skal eg prísa, tú skal mær vegin vísa — so Eva talar fyrst. Slanga glað imillum trø hon smýgur, Evu gongd so snart tá eftir líður, til kunnskaps træ tann kvika slanga glíður og snart í tað á slangu vís hon stígur. Hjá kunnskaps træ stóð Eva, og hjartað tók at beva, hon sá forbodna træ : Gud mær forbeyð at røra tað træ — tann frukt kann føra mín deyða enn í dag. Svarar slangan: ei tú tað skal grúa, Gud ei tí við deyða teg vil trúa, klárari tú eygun fært enn dúva, illt og gott skal kenna verðins frúa.

x

Várskot

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Várskot
https://timarit.is/publication/17

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.