Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.11.1908, Blaðsíða 1

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.11.1908, Blaðsíða 1
.^IAGT TJNGD0J% <3^W for x^ FÆRØERNE. fían drikker af Bækken paa Vejen, derfor løfter han sit Hoved højt. Salme 110, 7. i. Aargang. November 1908. Nr. 2. Røða, hildin við innvíðilsi av felagsins merki 20. octobur. Tað hevur verið siður frá gomlum døgum, at tá ið menn fóru í stríð, høvdu teir ein valgdan mann íit ganga fremst og skuldi hann bera eitt merkt, ið hinir høvdu at rætta seg eftir. Merkið var oftast eitt flagg, og hvør maður, suin fylgdi tí, hevði ta plikt, at gera sítt til at halda flaggið reint. Og væl var tað, um hvør maður, ið fylgdi ti, sá taðsum sina æru at halda tað reint. Men, hvat var nú meiningin við at halda flaggið reint? Var tað so, at hvør litur í tí skuldi blíva við at hava sin fagur- leika? Nei, tað var tað ikki; tí ofta kundi eitt flagg sláast til jarðar — skrædna — O. 1. og var tað tó eingin, ið harmaði slíkt, bara útfalli var gott, bara sigur bleiv vunnin. Nú, at tapa - tað var eisini ein erlig sak; tað kundi ikki umgangast, tá tveir mótstarídara bardust, at annar so tapti fyri øðrum ; og søgdu teir tó ikki, at ilaggið var blivið volkað, nei tað var ólítil grund ; men fanst óerligur maður undir merkis- stongini, so søgdu menn, at tað var volkað, at tað hevði fingið skammplettir, og vóru tað teir skammplettir, iðvóru'ao illa sæddir manna millum. Tað sigist fra, at einaferð stóðu 300 Grikkar i stríði móti einari ótaldari rúgvu av Persum. Allir Grikkarnir fullu, men tað vildi verið einn skomm at sagt, at teir dálkaðu sítt flagg. Samleiðis sigst frá einum manni, ið kendi ein umveg. hann nítti kunnleika sin og fylgdi PeTsunum aftur um grikkarnar — tað var at dálka sítt flagg, tað var at seta ein skammplett á tað, ið neyvan vask- aðist av aftur. Men flaggið hevði eisini ein annan týdning enn sum vegvísari, tað hevði vald yvir sinum fylgi. Menn kundi ofta fara mótleysir ella eisini viljaleysir í eitt slag, men tá flaggið fleyg á loft og smellini koyrdist gjøgnum herin, tá var neyvan nakar maður aftanfyri flaggið, ið ikki á tann hátt var gripin, at alt tað \ eika hvarv og gav rúm fyri erligum vilja, frískum dyrvi og høgum máli. Eisini vit — Havnar kristiliga ung- mannafelag — skulu í kvøld seta eitt merki upp, eitt fagurt flagg. Tað er fyri tað fyrsta eitt danskt flagg, og vísir tað á, at vit eru danskir statsborgara, og at vit finna okkum væl á tann hátt. So fáa vit at siggja, at tað er prítt við bókstavum, ið merkja navn felagsins, og mugu vit tí vísa á, at her er ikki einans eitt navn, men at tað standa menn aftanfyri navnið. Tað tosast ofta manna millum um at vera maður fyri sín hatt, maður fyri sítt orð, at svara til sítt navn o. 1. — ja her ræður tað um, at ein og hvør av okkum ger sítt til, at vit kunnu svara til okkara navn, so at okkara felag ikki einans eitur kristiligt ungmannafelag, men at tað eisini er tað. So fáa vit eisini at síggja, at tað er prítt við okkara tjóðskapsmerki —.tað má ikki gloymast; ti, man tað ikki vera so, at eitt fólk, antin tað er stórt ella lítið, gongur ímóti einum andaligum svøvni, um tað gloymir sitt ella síni serligu tjóðskaps- merkir, og man tað ikki oftast vera so, at tann ella tey, ið sova á ein hátt, tey sova væl á fleiri? Væl eru vit ikki nakað langt IVamskotið fólk, men vit eiga tó ikki at skammast við okkum sjálvi; tí vit eru nakað fyri okkum sjálvi, og vit vera ikki annað. Og hava vit ikki eitt gott fyridømi íKristusi. Á hansara døgum vórujødarnir ikki nakað langt framskotið fólk, men alla ta tíð, hann var á jørðini, viðkendi hann sær, at hann var Jødi, og sum Jødi helt hann allar teir reinu jødasiðurnar. Eg haldi eisini, at her er hóskandi at

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.