Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.11.1908, Blaðsíða 2
minna á Grundtvig's arbeiði í Danmørk.
Hann sáaði sinar nationalu-kristilig'u sáir
soleiðis út millum fólkið,. at tað ikki er at
ivast í, at fruktirnar av hansara arbeiði
gjørdu sítt til, at Danmørk fleyt omaná í
sorgartíðini aftaná 1864. Og verður Dan-
mørk enn at flóta omaná, so er tað ikki
iving um, at hansara nationalu kristiligu
starv eisini hava gjørtt sítt.
Alt í alt er okkara flagg eitt stríðs-
merki, og vit skulu eisini í stríð.
Væl fáa vit ikki í kvøld at hoyra
nøkur smell, eins og stóð okkara flagg á
vali. men vit skulu heldur ikki leika við
blýterningum um lív og limir, ella um lond
og ríkir. Men vit skulu í strið. Eins og
okkara flagg 1 kvøld hongur stilt og vísir
okkum sín fagra reina lit, soleiðis skal
okkara stríð vera stilt og erligt, stillt stríð
móti stiilum fígginda — tað hóskar væl.
Og meini eg, at okkara versti figgindi er
andaligur svøvmur, ella at okkara forhold
til Gud er so Htið livandi. Darsum vit her
gera eftir skriftarinar orðum, at granska
okkum sjálvi og vita, um vit eru í trúnni,
so vilja vit finna, at vit hvørki eru guds-
ella kristifornoktara. Og vóru vit spurd,
um vit trúu á Faðirin, Sonin og Halgan-
anda, so vildu vit utan víðari svara Ja, men
verður spurt, um vit í okkara forholdi til
Gud kenna eina sanna, djúpa innvortis-
gleði -— ja, so kanska at vit eisini tá
svara — Ja — men tað verður væl eitt
sindur spakuliga, um vit svara erliga.
Men tað er ikki rætt. Har ein sannur
kristindómur er, har skal ein sonn, djúp
innvortis gleði eisini vera. Tó, tað er ikki
so gott at koma til ta gleðina. Apostulin
Paulus leitaði eftir henni, ja hann líkaframm
jagaði eftir henni, men stríggi gekk at
finna hana. Og hvat var í vegin. — Jú,
tað vóru tær báðar natúrirnar, ið stríddist.
Og eisini vit hava tvær natúrir, vit
eru skapt í guds bílæti, og vit eru borin í synd
og vit synda; har av eru tær kornnar —
og tær kunnu ikki einast, tær mugu stríðast.
— Tó man tað ikki hjá okkum vera van-
lukkan, at báðar natúrirnar einast ov illa:
tað er ti, eg eri bangin fyri, tá eg nevni
hin stilla fíggindan, tað er hitt stilla friðar-
samlagið. Men tað má ikki vera friður,
tær mugu berjast, og er tað eingin lættur
bardagi. Paulus sigur soleiðis frá, hvussi
hann hevur barst, hann sigur um seg
sjálvan, at hann kennir, at hann eftir sfnum
innvortis menniskja hevur hug til at gera
Guds vilja; men hann kennir eisini annan
lyst í sínum limum, og tann vil beint
tvørtur ímóti, og er hann so sterkur, at
hann vil taka hann til fanga — heilt av-
makta hann.
Tó, Paulus bleiv við at stríða og jaga
fram eftir. Og hvussi endaði gongd hans-
ara? Jú — eisini frá tí sigur hann. Stutt
frammanundan deyðanum skrivar hann
einum sveini sínum eitt bræv, og har
sigur hann, at lív sítt ikki man fara at
vera so langt — og sigur hann viðari:
»Eg havi strítt hitt góða stríðið, fullkomið
lcapplopið, bevarað trúnna, og nú liggur
rættferðs-sigurskrúnan til reiðar fyri mær
— hann, hin rættvisi dómarin skal geva
mær hana á hinum stóra degnum.« At
enda sigur Paulus nakað so frágera gott,
hann sigur, at tað ikki man vera hann
aleina, ið fær slika krúnu, men øll tey, ið
hava elskað opinbáring hansara — hina
herligu.
Av sonnum ein góður endi. Við stríð
sítt og sín stóra sigur er Paulus blivin
eitt gott fyridømi fyri okkum.
] ,atið okkum leita eftir teim góðu
spírunum í okkum, og vit eru vís í at
finna tær, latið okkum so uppæla og elska
tær á somu tíð sum vit fara fram í stríðið
mót hinum ringu spirunum í okkum og
vita, um vit ikki við tíðini kunnu køva
tær. 1 atið okkum altíð jaga fram eftir,
so at vit, tá vit einaferð koma at okkara
endamáli, kunnu siga sum Paulus: »Nú
hava vit strítt hitt góða striðið«, ella sum
Símun hin gamli segði: »Harri, nú letur
tú tín tjenara fara í frið«. Og ger hvør
okkara sítt besta á tann hátt, so verður
okkara flagg reint, so verður tað ikki
dálkað av skamplettum.
Og tað er eitt mál, sum tað er vert
at stríða eitt syndur fyri; tað at vit kunnu
siga og innast innu vera glað við at fara
hegani, vís í, at vit fara í friði — ella at
vit reint út kunnu siga, at nú liggur sigurs-
krúnan til reiðar fyri okkum, tað er eitt
mál, meini eg, sum er vert eina nátt í
grøvini — sjálvt um tað er ein vetrarnátt.
Om kristeligt Ungdomsarbejde paa
Færøerne.
Der har, som bekendt, saavel i Dan-
mark som i andre Lanđe j lange Tider
været et kristeligt Arbejde i Gang, som
særlig har sat sig til Maal at samle Ung-
dommen, og hvis man vil spørge, om et
Arbejde af lignende Art kunde være paa
sin Plads her paa F'ærøerne, da maa Sva-
ret blive et ubetinget Ja, og jeg tror, det
kan siges, at som Aarene gaar, ogUdvik-
lingen ogsaa heroppe tager F'art, snart i
den ene, snart i den anden Retning, vil
et Arbejde som det nævnte ikke blot være
ønskeligt og heldigt, ‘men nødvendigt.
Er her da Betingelser til Stede for,
at et saadant Arbejde kan komme i Gang?