Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.08.1915, Blaðsíða 1
FÆRØERNE.
Han drikker af liækken paa Vejen, derfor løfter lian sit Hoved liøjt.
Salme 110, 7.
7. Aargang.
August 1915.
Nr. 11.
Gloria in excelsis.
Ein stórur hópur av teimum sálmunum,
vit nú brúka í kirkjuni, eru ófóra gamlir.
Nógvir av teimum eru týddir úr latínskum
máli i teirri tíð, táið vit fyrst fóru at halda
guðstænastu á móðurmáli, nakrir fáir enntá
fyrr, longu í teirri katólsku tíð, táið messan
skuldi haldast á latínskum máli, men fólk
tó av og á hóvdu loyvi at syngja sínar
sálmar á móðurmálinum, serliga um hvítu-
sunnu. Summir av hesum latínsku sálmum
eru so gamlir, at teir kanske upphavliga
eru týddir ella í hvórt fall frít umarbeiddir
úr grikskum. Ein sovorðin sálmur er hin
viðgitni: >Gloria in excelsis<, sum eisini
rópast »Einglasongurin«, av ti at tær fyrstu
reglur i honum eru bygdar yvir eingla-
songin í Lucas evang. 2, 14. Henda sálm
finna vit fyrstu ferð sum morgunsálm i ein-
ari bók frá o. u. ár 400 eftir Kristus.
Hon rópast: »Tær apostólsku konstitu-
tiónir* og sigur seg at innihalda ta kirkju-
skipan, sum apostlarnir hóvdu givið; men
hon kann tó ikki fórast so langt aftur í
tiðina, sum tá teir vóru á dógum. Siðani
finna vit sálmin frít umarbeiddan á latfnsk-
um máli, og sógnin sigur, at tað var hin
viðgitni lærdi sálmayrkjarin og biskupurin
Hilarius úr Poitiers f Galliu (nú Frankajdki),
ið týddi sálmin. Hann doyði f árinum 367.
So mikið er í hvórt fall sikkurt, at pávin
Gregorius hin stóri, ið doyði 604, gav
»gloria in excelsis« eitt fast pláss í teirri
rómersku liturgi. A reformatiónstíðini,
táið kirkjan skuldi hava sálmar á móður-
málinum, varð gloria týddur og nógv um-
arbeiddur av prestinum við Katrinukir-
kjuni í Stettin, Nicolaus Decius, og Mortan
Luther gav hansara: »Aleyne Godt yn
der hóege sej eere« eitt pláss í okkara
guðstænastu, sum hann síðani hevir haft,
líka til Kingos sálmabók gekk úr brúki.
Uppá danskt kom hann fyrstu ferð 1533 1
Malmó-sálmabókini, og síðani hevir hann
staðið f eini og hvórjari danskari sálmabók.
Nú havi eg roynt at týða henda gamla
sáltn, sum ivaleyst eigur at hava pláss í
eini forovskari sálmabók; ikki bert av tí,
at hann er ein hin elsti, vit eiga, men eis-
ini av tí, at hann hevir verið nógv nýttur
og elskaður í Eøroyum fyrr á dógurn. Til
grund havi eg lagt ta text, ið finst f
»Salmebog for Kirke og Hjem« nr. 3 og
f Kingos sálmabók nr. 6; bara tvær reglur
havi eg tikið úr teirri týsku text. Eg havi
gjórt mær ómak fyri at halda ta gomlu
reglubygging.
Egið lag.
Tær einasta Guði í Himnarik’
veri lov og tókk fyri náði,
at tú hevir kúgað Satans svfk,
tá størstur var syndaváði;
til jarðar tú sendi gleitn og frið,
so bórn tfni kunnu gleðast við,
at vælvild frá tær vit eiga.
Vær lovum og prfsum og tókkum tær,
og slektirnar heiður tær bera,
sum fólkið áður tær offur bar
fyri kærleik, tú okkum manst gera:
tú jarðarrfk’ stýrir við mátt og makt,
og alt fær sær lukku, ið tú gevur akt;
tí óttast vit ikki vanda.
O Jesu Krist! Guðs dýra lamb,
ið vilt os til himnarík’ leiða,
tú tókst vára synd, barst vára skamm,
at vær munum lívið eiga,
fyri osum leiðst tú og uppstóð,
tú keypti oss so dýran fyri blóð,
vár sæla ert tú aleina.