Búnaðarbløð - 01.01.1903, Blaðsíða 1

Búnaðarbløð - 01.01.1903, Blaðsíða 1
„BTJNAÐARBLØГ T'il seinastu løgtingssamling sendu Sverre Patursson og M. Winther-Liitzen bønarbræv um studning til at skriva búnaðartíðindir uppi í einum blaði, sum Sverre Patursson ætlaði at geva út. M. Winther-Lutzen skuldi so stýra búnaðartíðindinum. Løgtingið fallst ikki á hetta bønarbrævi, men av- gjørdi at lata annan mannin — M. Winther-Ltitzen fáa 150 kr. til at geva út eitt búnaðarblað fyri, uppá tey vilkor, at tað kom út við einum arki (16 síður) við tekst 4 ferðir um árið. - Eftir hesu avgerð koma nú »Búnaðarbløð«. Eina ferð um x/4-árið er ikki ofta, og innihaldið má vera har eftir. Dagsins tíðindir eru útistongd og tjak líkaleiðis. Tað, íð blaðið vil bera framm, verður: upplýsandi greinar um jarðabrúk frá tøðviðgerð og velting, krýatúrhaldi til mjólka- og smørviðgerð. Almanna mál til jarðabrúksins fratria vera eisini havd á lofti, og í hesum vil blaðið gera seg til tals- mann fyri ti nýggju tíðini innan fyri jarðabrúkið. Eg sigi, at, tjak er útistongt úr blaðinum, men rímiligt vilja summar greinar, íð framm koma, elva til tjak, og hopa vit tá, at hini bløð okkara, íð ofta koma út, vilja geva rúm til slíkt við góðum treysti, at jarðabrúkið er annar okkara høvuðsvinnuvegur. »Búnaðarbløð« hava ikki biðið um studning til at fylla sínar síður, men verður fyllingin, íð í kemur, sum hon skal, fær hon tann botn, hon er ætlað til, so vilja aftursvar, spurningar, afturatskoytir koma av sjálvum sær, og sltullu tey altíð finna gott hús, so langt rúmið røkkur. 1

x

Búnaðarbløð

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búnaðarbløð
https://timarit.is/publication/22

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.