Búnaðarbløð - 01.01.1903, Blaðsíða 1
„BTJNAÐARBLØГ
T'il seinastu løgtingssamling sendu Sverre Patursson
og M. Winther-Liitzen bønarbræv um studning til
at skriva búnaðartíðindir uppi í einum blaði, sum
Sverre Patursson ætlaði at geva út. M. Winther-Lutzen
skuldi so stýra búnaðartíðindinum.
Løgtingið fallst ikki á hetta bønarbrævi, men av-
gjørdi at lata annan mannin — M. Winther-Ltitzen
fáa 150 kr. til at geva út eitt búnaðarblað fyri, uppá tey
vilkor, at tað kom út við einum arki (16 síður) við
tekst 4 ferðir um árið. -
Eftir hesu avgerð koma nú »Búnaðarbløð«.
Eina ferð um x/4-árið er ikki ofta, og innihaldið
má vera har eftir. Dagsins tíðindir eru útistongd og
tjak líkaleiðis. Tað, íð blaðið vil bera framm, verður:
upplýsandi greinar um jarðabrúk frá tøðviðgerð og
velting, krýatúrhaldi til mjólka- og smørviðgerð.
Almanna mál til jarðabrúksins fratria vera eisini
havd á lofti, og í hesum vil blaðið gera seg til tals-
mann fyri ti nýggju tíðini innan fyri jarðabrúkið.
Eg sigi, at, tjak er útistongt úr blaðinum, men
rímiligt vilja summar greinar, íð framm koma, elva
til tjak, og hopa vit tá, at hini bløð okkara, íð ofta
koma út, vilja geva rúm til slíkt við góðum treysti,
at jarðabrúkið er annar okkara høvuðsvinnuvegur.
»Búnaðarbløð« hava ikki biðið um studning til at
fylla sínar síður, men verður fyllingin, íð í kemur,
sum hon skal, fær hon tann botn, hon er ætlað til, so
vilja aftursvar, spurningar, afturatskoytir koma av
sjálvum sær, og sltullu tey altíð finna gott hús, so
langt rúmið røkkur.
1