Búnaðarbløð - 01.01.1903, Blaðsíða 6

Búnaðarbløð - 01.01.1903, Blaðsíða 6
6 í Inspektør Feilberg, sum var her uppi nakað síðan, segði frá, at hann brúkti at ríva upp mosajørðina við eini góðari knívsaksu og breiða tøð ovan á, tað skuldi geva nógv gras. At breiða »undir gras« er gott áður jørðin er blivin forn; har suin tæri fæst, er han frálíkur, helst til djúpa jørð. Grunn jørð skal breiðast seint um várið tá grasrótin fer at spretta. í fjør kom í handilin tøð av tvøsti og beinum frá virkihúsinum hjá Grøn á Gjánoyri. Hesu tøðini eru enn ikki roynd í Førjum, men í útlandi er hettar * slagið nógv brúkt og sigist at vera góð tøð. At * breiða slík tøð undir gras er best at gera um heystið, tí tey upploysast seint, men virka leingi. Senkutøð, (øska, gólvsóp, fiskaskræll, eplaflus, uppvaskivatn o. m. a. s.) eru góð tøð undir gras, men má tá bøurin reinskast væl aftaná. At velta havra gevur nógv fóður og gótt fóður. Havri hevur langa vøkstirtíð og stadnast tí illa hjá okkum, men at sláa niður grønur og brúka beinan vegin ella at turka, er hann frálíkur. Sama vídd gevur upp til 2 ferðir so mikið í vegt av havra sum av grasi. Tað er tí tilráðiligt at velta nógvan havra til fóður, bæði fyri fóður tað árið og fyri jørðina seinri, tí tað ber væl til at velta havran úr fornari jørð, men tá er ikki til at spara tøðini. Veltingarmátin kann vera sum fyri korn. Havri kann eisini væl sáast í eplaveltuna frá í fjør, so fæst nøkur nytta av hesum stykkinum, sum annars liggur fyri ongum, og er havrin ikki ov tjukkur, so grasast stykkið nakað aftur. Beinan vegin at sáa græsfræ í tað sum epla- velta var í fjør er eisini gott og loysir seg betur enn at lata stykkið svarast aftur av natúrini. Áður bleiv nevnt kornvelting fyri at fáa meir gras meir fóður, at eisini holmur av føroyskum korni kann brúkast til fóður og or gott fóður, er eygvitað, men má hann tá helst turkast væl antin úti ella inni í opnahjalli. Meðan talan var um at breiða undir gras bleiv ikki nevnt land, sum tó er hitt týdningarmiklasta evni, vit nú hava at ráða yvir av slíkum, tí rokna

x

Búnaðarbløð

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búnaðarbløð
https://timarit.is/publication/22

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.