Ólavsøku-teiti - 29.07.1913, Blaðsíða 1

Ólavsøku-teiti - 29.07.1913, Blaðsíða 1
ÓLAVSØKU-TEITI 1913 Tá hin stóra auksjónin var. Ein skemtisøga. Teir høvdu nú givið tað upp fyri eitt bad job, sum tað heitur á góðum modernaðum føroyskum máli. Gámli Skibsted, ið doyði á ungum aldri var sakleysur, og hin ungi Skibsted, sonur hansara, sum kanska ongantíð var føddur — eg kenni han íhvørtfall ikki — var líka so meinaleysur sum pápin. Nei, tað var nakað rotið einastaðni, og tey mutlaðu um at teir høvdu haft tap uppá fiskin síðan 1857. Slíkt kann æma ein mann. So kom Hans í Kina og gamli Adolf — teir báðar kenna tit øll — og tað tóktist sum um tað fór at ganga betur. »Frískt blóð er tað, ið sknl gera tað« segði Kina viðgamla Adolf. Men nakað mátti gerast, og so bygdu teir fiska- pakhúsi úti í Puntanum. »Ikki hevði eg gjørt so«,segði Rasmus, hann skal nú finnast at øllum. »HeIdur hevði eg bygt eitt fiskahús úti á Rundingi.« »Tað hava tygum sku ikki forstand uppá«, helt Kina, og um eftirmiddagin fortaldi hann Meinhardt, hvat ið Rasmus hevði sagt. »Den Vigtigper*, svaraði Meinhardt aftur, men sama summari bygdu teir fiskahús úti á Rundingi. — Eg havi sagt, at gamli Skibsted var sakleysur, og hvat kundi hann gera til, at rotturnar kendi sær gott høli í fiskahúsinum í Puntanum, og ótu fiskin ið har inn kom, skjótari enn hann varsaltaður. »Hattar mundi eg spáa«, segði Rasmus, »men teir vilja ikki lurta eftir mær. Tá egvaryvur í Svøríki fekst eg nógv við fisk, og teir hjá Skibsted kundi gott haft spurt meg til ráðar.« Kina plæddi at tosa við gamla Adolf um viðurskiftini, men Adolf var væl dulur tá, og Adolfs einkja var gomul tá, so hvat skuldi hon gera. Tað er vandi í hvørjari vælferð, helt gamli Adolf og ráddi til at sigla við smærri seglum. »Tað kunnu vit skamgotw, helt gamli Clæmunt, og so tóku teir seglini av Nummar X og settu eitt 4-mannafara segl í staðin. »Fram kemur hann, ið hóliga fer« helt Essa, hann brúkti nú 14 dagar at sigla frá Havnini norð til Kvalvíkar. Men tað gekk líka tvørligt. So var tað, at Adolfs einkja fann Ziska. Hann førdi eitt størri svTng inn í forrætningslívið hjá Skibsted, ella sum felagið nú kom at heita Skibsteds eftir- fylgjarir ella fyri at brúka eitt fornari orð: Skibsteds fylgisneyt. »Tað er massan, ið skal gera tað«, segði Ziska, og tí stóð skjótt lýsing í hvørjari føroyskari avis um, at tey ið keyptu hjá Skibsted fingu avslag í prísi: 10, 15 og 20 procent. Gamli Skibsted vendi sær í grovuni, tá hann læs hesa lýsingina, og gamli Adolf mutlaði fyri sær sjálvum: »Fyrr var tað fiskurin, nú er tað bæði fiskurin og krambavaran ið fellur okkum«. »Hattar mundi eg altíðsiga?, heltRasmus. Teir sveittaðu hjá Skibsted í hesum minni- ríku døgum. Tað vóru dagar tá teir seldu fyri 1 Kr. 86 oyr., slíkthøvdu teir ikki kent í mong ár. »Eg haldi hettar ikki út« helt Kina, hann var vandur við róligari dagar hjá gamla Skibsted. Tað komu nógvar ungar damur út at keypa hjá Skibsted í hesum døgunum og Ziska var ber sól, tó tað var hávetur. Hann fløytaði, kendi verðina Ijósa, kendi kærleikan nørast og trívast undir hesum góðu viðurskiftum; men Kina og gamli Adolf trænaðu burtur, alt suin út leið. Ein dagin kom Meinhardt og fortaldi at nú vildi gamli Adolfs einkja ikki meira. »Hon vil ikki meira« helt Ziska bilsin. »Nei, hun vil ikke mer« var aftursvarið. Har stóðu teir allir og gløddi uppá hvønn annan: Clæmint, Meinhardt, Ziska og Kina. »Hun vil ikke« læt fleiri ferðir í Kina. So bóru ávísirnar aftur boð um land: »Stor Auktion hos A. W. Skibsteds Efterfølgere, paa Grund af Handelsophævelse.« »Hatta mundi eg altíð spáða« helt Rasmus tá ið hann læs lýsingina. Boðini uin auktiónina komu eisini inn á Strendur. Jáke Petur frætti tað úti í handlinum hjá Hans Jákupi, hann kvikur heim til konuna og segði frá at nú skuldi Skibsted seljast. Konan slóg hendirnar saman. »Misfata meg ikki« helt Jákup Petur, »teir hava støðga, og skulu nú halda auktion«. »So fer tú at fara« helt konan. »Man nokur erturin vera til sølu?« — tað er tað fyrsta Strandingurin spyr eftir. Auktiónsdagurin kom, gott veður, sum tit minnast. Tað loysti bátur úr hvørjari vík, og nógv lunnaslit var hendan vetramorgum. Har var eins nógv av skjúrtum og brøkrum í hvor- jum báti, tí eingin vildi sita heima. Auktiónin byriaði. Gunnar læs við allari

x

Ólavsøku-teiti

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ólavsøku-teiti
https://timarit.is/publication/23

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.