Ólavsøku-teiti - 29.07.1913, Blaðsíða 2

Ólavsøku-teiti - 29.07.1913, Blaðsíða 2
Kultur. tí myndugheit hann átti, eitt dokument upp sum bar eitt úttlenskt navn ið enđaði pá sjónir. »Eia vælsignaður, hattar hava vit hoyrt so ofta« iielt Sámal Jákup í Svínáðum. Teir buðu út eina knappanál »Hvussu skal tað bjóðast?« spurdi Gunnar Meinhardt. »Pr. millimetir« var aftursvarið. Hægstbjóðandi bleiv Jóan David Fređerik Olsen á Strondum. »Skal hann fáa tilslag« spurdi Gunnar. Mein- hardt býndi hendan neyðars Jóan Dáva igjøgnum og helt: »Skiđt, lad os risikere det.« Næsta nummar var ein galoscha, og boð gavst pr. Kvint. Tað var begynt at vera lívligt uttanfyri, og tó at ikki nógv rúsdrekka var í Havnini, so hevði nógvir javngott blóð. »Tit selja for stór nummar*, rópti Egga hjá Jardusi, og onkur spurdi, um tað var galosjan hjá gamla Skibsted. So kom eitt kramarhús við 10 rosinum, boð pr. stykki. Egga var eydnismaður og átti keypslag fyri 2 oyr. rosinuna. Trí fjerðingpund av mjøli var næsta útboð. Egga hugsaði um jólakaku og bleiv hægstbjóð- andi. Hann elti jólakakuna alt fyri eitt og át hana har úti, tí hann hevði ikki stundir atfara heim til døgverða. So seldu teir meira av ymiskum sløgum, tøy, steintøy, snørir, sukur og kaffi og altíð vóru numnjarini líka stór og boðini líka høg. So kom tjúkkaguli. Tá mundu fólk eti hvørt annað, sum tey bjóðaðu: »Tit skulu øll fáa«, rópti Gunnar, men fólk var komið i anda og bjóðaðu seg sjálv yvir. Hettar lagið gekk í 14 dagar og sum útleið, blivu nummarini smærri, men fólk veik ikki av staðnum, tí tað var auktión. Tá náttpottarnir komu, fell mong skemtan, men Sámal Jákup í Svínáum, tann álvarsmaður, hugsaði um rómastainparnar og keypti 3. Tá fyrst var loyst av, gekk sum smurt. Erturin fór øll til Strendur. Hví skal eg greiða meiri frá hesari auktión. Tit vóru jú øll har og vita hvussu til gekk. Hopandi at vit skjótt hittast aftur á auktión. Kartni. Minnist til málingahandilin i Goil! Hin viðgitni danski »satyrikus« Gustav Wied. setur eina staðni henda spurning fram: »Hvad er dansk Kultur paa Grønland?« og svarið ljóðar: »At indpode Grønlænderne Sy- filis.« í hesum hava Eingilsmenn tó røkt Før- oyar betri enn Danir, inen nú hava vit fingið ein nýggjan kulturvøkstur úr Danmørk, ið sigst at vera kendur um allan heimin uttan í Føroyum. Gjøgnum frásøgn í donskum bløðum hoyrdist einaferð um undarlig djór, ið nevndist »Kysse- Studenter« o. t., men nú hava vit fingið sjón fyri søgn. Um hesin sami Gustav Wied hevði spurgt: Hvad er dansk Kultur paa Færøerne? — hvat skuldu vit so svara? Skúlablómur. Ænsin børn kunnu hava sær mangt gott og vakurt aftur úr skúlanum. Nú um dagirnar bar ein smáđrongur okkum hetta fagra blómu- tyssi, sum hann hevði henta satnan til í nøkrum skúlatímuin. Ein tiltikin lærari, før- oyskur í skinni, men (Tanskur í sinni, eigur blómuruar: »Af Celluloid laves alle mulige Bengenstande.« » . . . Kuller og anđre Metaller . . . « »Odessa er Eutopas vigtigste Kornavl.« »Michelangelo' var ikke blot en Fusker i sit Fag, men han var ogsaa godt inde i det.« •Jylland og de andre danske Øer.« »Der findet Pattedyr, som kan aande i Vandet.« »Tysklands vigtigste Industri er Handel.« Og so frameftir. At hesar blómur allar eru »ektaðar« bedýra fleiri børn. Og so eisini hesar: Gymnastiklærarin: Armgang under Bommen med bøjet Næse! Ein stnádrongur togar í nøsina og grætur. Lærarin: Hvorfor staar du stille? Drongurin: Fordi jeg ikk^ kan faa min næse bøjet. Ein annar lærari spyr eina smágentu: Paa hvilken Maade kan man nemmest regne Hovedregning? Gentan: Ved at sælte saa mange Nuller op i Enden som muligt. Sig so, at skúlarnir eru til onga nyttu! Illustreret <3’vemme&ov&fco$ Ca. 10,000 Ord med Udtale og Forklaring ved Alex. Schumaclier udgivet af „Tin g akro s s ur“ faas for 75 Øre i Boghandelen og »Fram»s Bogtry k keri. II C. W.-TÓRGARD Tømrermenler Thorskavn Telf. 70 En Mængtle nye, ægte Smyk- ker og anđre pæne nyttige Ting anbefales til billige Priser hos M. Einarsson, Thorshavn. \ Færdigsyede Huer, Kravetøj m. m. Tlf. 44. J. N O I S 0. L

x

Ólavsøku-teiti

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ólavsøku-teiti
https://timarit.is/publication/23

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.