Ólavsøku-teiti - 29.07.1915, Blaðsíða 1
-
Útgevari og blaðstýrari: POUL NICLASEN.
Nr. i.
ÓLAVSØKA 1915.
I. ár.
Tað hevir óivað tíðum verið so, at fólk, ið koma saman d Olavsøku her í lórshavn, hava
saknað heimligan og forvitnisligan, kanske eisini stuttligan, lestur i teint løfum, td einki annað var fyri
hond av stuttleika.
"lil hesa Olavseku havi eg tí gjert ta roynd at geva út eitt Teiti, og um fólk ddma hetta og alt
gongur væl, er ætlanin eisini í komandi drum at fda útgivið eitt sovorðið blað.
Eg vil takka teim nógvu, snm við stðrari vælvild hava styðjað hesa fyritøku við lýsingum og d
annan hdtt.
POVL NICLASEN.
ÁRS-YVIRLIT.
L a g: Eg heite Anna Knudsdotter.
" Tm mikkjalsmessutíðir eitt boð fleyg yvir f jørð,
— so fólk blivu nærum ørð:
»í Ilavn fæst hvørki silvur, kopar ella gull,
allir peningur er farin á rull;
úr ríka sparikassa drassað er ein massa;
stórmans-borg er nærum full«.
Tey boðini, tey verða brátt svartari enn svørt:
»í bankanum er púra sørt!
í handrøgum og kistlum er tómt og myrkt at sjá,
hvar fyrr stóð roki á!«
Tí fólk tók til at hveppa, »neppa var hálv-skeppa
fyri manna har at fá!«
Til brøttu bygd gekk leiðin, og kyrran hon var góð,
fólk har ræddist, blivu nærum óð;
frá fjørðu gjøgnum brøttumørk gekk 16-manna-lið,
hevði tættar leypar við;
í neyðsend teir so ganga, stranga, vegin langa
til at søkja penings-mið.
Og miðuni teir finna og skræða hurðar frá,
har helt hvørki lás ella slá;
teir krevja gull og silvur, ei biða góðan dag,
tað sigst, at bankamenn tá fingu slag;
tí leypamenn illskt tala, hala, biða.....gala
yvir hetta dekans lag.
Vit kunna øll nú ætla, hetta frættist vlða hvar
í bygdum fjart og nær.
Frá klokkusmiði snjalla fingu menn tá hesu boð,
teir klæðast brátt í olju-stout og roð,
og bátar snarligt manna, banna innantanna:
»Nú blivu vit við sviðið soð!«
Ei long var henda løta, meðan bankin fall i fátt,
teir lata seg ei halda fyri spott.
»Her er jú mongd av peningi, í kistu og í skrin',
og rentan! hon er bara fín;
tit hegar hava stundað, skundað, pening runda
fáa tit til mjøl og grýn!«