Ólavsøku-teiti - 29.07.1915, Blaðsíða 7

Ólavsøku-teiti - 29.07.1915, Blaðsíða 7
Ijin svarti jressurin hjá £ukasi. rT^uMMAS og Jákup høvdu flutt Jógvan yvir um A fjørð, táið hann fór til Havnar eftir »egginum«;, sum Christjan vinmaður hevði sentt frá Keypmanna- havn, og »Tjaldrið« eina viku seinri vorpið á Havnarvág. Søgan um hesa ferð, og tað, ið aftaná hendi, sigst at vera sonn, og hon ljóðar soleiðis: Ein morgun í sólarrenning skundaði Jógvan sær niðan í Jákupsstovu fyri at biða um fluttning. Eingin var uppi, so hann noydist at tuga harðliga á hurðina. Táið ein løta var umliðin, kom Jákup í berari stúku upp í vindeygað; ikki var hann í tí blíðasta lagnum og bannaði illa yvir at vera órógv- aður so tíðliga á morni, men táið hann hoyrdi um ta stóra eggið frá Christjani og hevði fingið lyfti um eina fírkantaða, bliðkaðist hann í stundini og lov- aði at koma við tað sama. Jógvan var gott og væl komin oman um køstin, tá eitt grátt og hármikilt høvur vísti seg 1 vindeyganum. Tað var gamla Marjin, ið var vaknað og hevði hoyrt hesa samrøðu. 111 var Marjin í sær, og hetta, at Jákup skuldi spilla ein heilan dag burtur til »eggja-fluttning«, leyp slíka øði í hana, at hon sum ein »raket« reyk av seingini, so dýr.a og rekkjuvá boltaði aftaná í einum hurluvasa. Hon bannaði sum ein Turkur, hóttaði við einum ikki tómum náttpotti og lovaði, at komjógvan aftur í slíkum ørindi, so skuldi karm- urin verða honum vísur . . . Heldur vánaligt var hjá Jákupi at koma frá húsum, tí spinnandi øði var í Marjuni, og hon deildi og ramvalaði sum eitt øtt, so høsnuni í royk- stovuni í ræðslu flýggjaðu hvør í sítt heralđshorn, meðan hin gamla kettan, ið bert hevði eitt eyga, riggaði seg til at hjálpa Marjuni, um tað nýttist, tí tær báðar vóru vinkonur og seingarfelagir. Men Jákup latst ikki um vón, klæddi seg skundisliga 1 ferðabúnað og smoygdi sær út um. Marjin bleiv við at leika í innanfyri. Tað var eitt fittligt-gul á firðinum henda sama morgun, og Jákup háttaði sær tí ikki aleina undir ferðina, men helt tað vera betur, um hann bað sín granna og góða vin, Tummas, koma við. Sum sagt, so gjørt, Tummas' bleiv »purraður út«, fíramannafarið drigið úr neystunum, ogjógvan kom væl yvir um fjørð. Jógvan stýrdi nú sína kós til Havnar, og áðr,enn hann segði sínum bátsmonnum farvæl, varð tað avgjørt, at teir skuldu heinta hann og eggið á sama plássi dagin eftir. Jógvan hevði hópin av stríði, áðrenn hann fekk fætur i kaggan; fyrst noydist hann »á kantórið« at betala toll, so skuldu teir haruppi »grada« eggið, so mátti hann betala lossinga- løn o. a., og so til allarseinast vísti tað seg, at kaggin ikki hevði verið sørur fyri leka. Jógvan varð rúkandi óður, hann blótaði og bannaði Christjani til heljar, og mutlaði innan- tanna nakað um, at eina aðri ferð skuldi hann snúgva sær til Henry; honum róstu alíir, hann var óivað annar stáðsmaðurin enn Christjan. Maðurin, ið Jógvan helt til hjá, dámdi væl at fáa sær ein dropa nú og tá; um kvøldið varð sett á kaggan, teir báðir sótu uppi til langt út á náttina, og sjálvsagt var tað ikki við turrum munni. Ikki var tað við tí besta fótafesti, atjógvan, reyður í anliti og við eggja- posanum á bakinum, spákaði heimaftur dagin eftir. Av tí, at væl var farið av kagganum, skvaggaði tað illa 1 honum, og eina tvær ferðir møtti Jógvan torvmonnum, ið hugtiknir kveittu at posanum, heilsaðu blíðliga og turkaðu sær um munnin. Men Jógvan latst ikki um vón; hann visti sum var, at fór hann fyrst at trak- tera, so varð kaggin skjótt tómur. — Dagurin var væl liðin, táið Jógvan kom til plássið, hvar Jákup og Tummas tað mesta av hálvari økt høvdu bíðað honum. Sum avgjørt fingu báðir fluttningsgarparnir uppí eina fírkantaða, og teir sameintist um, at Tummas skuldi goyma »sissal« í hoyggjhúsinum hjá sær til hoyberingartíð. Tíðin leið. Tummas vitjaði ofta niðan í hoyggj- húsið, og skjótt hevði hann tømt »sissal«. So kotn hoyberingardagur, og Tummas og Jákup fara tíðliga á morni eftir fløskuni. Tummas letur sum einki, fer inn, men kemur brátt útaftur, tykist ógvuliga forharmaður og mælir við gráturødd: Illa fór hon, hatta vittuggi hasin svarti fressurin hjá Lukasi sat júst og koyrdi tann sidsta laggadrópan í seg, táið eg kom inn; ikki hugsaði eg tað, at hon skuldi fara í fressabúk, men soleiðis er: tann, ið sparir fyri sln munn . . . Jákup stóð bilsin. So skar tað við eitt út úr honum : Den heidna hund! Fressurin hjá Lukasi var tiltikin 1 bygdini fyri óndskap og stuldur. Eingin dugdi reiðiliga at greiða frá, hvaðani hann var ættaður. Eina óveðursnátt var hann meira enn hálvdeyður komin til bygdina, hvar hann setti seg uttanfyri hjá 1 .ukasi og gav seg so eymkiliga, at gamli Lukas tókti synd í honum og tók hann inn til sín. Fólk hildu, at fressurin mundi vera komin rekandi í land av onkrum skipi, og útsjón hansara — serliga tann undarligi halin — bar eygsjónligt prógv um, at hann ikki var ættaðut her av landi. Jákup hevði altíð haft illt eyga á fressinum hjá Lukasi, og nú bað hann Tummas hjálpa sær við at fáa hond á fressin og kasta hann oman, tí, so bann- aði hann við, »tað var tó ov galið, at ein ikki kundi goyma ein dropa av brennivíni fyri hasum búrkroppinum«. Ikki bar til hjá Tummasi at siga nei, og eftir nógv bit og slit varð fressurin fangaður og omankastaður. — — — Nakrar vikur seinri fingu Jákup og Tummas eitt nýtt »egg«, og tá var tað, teir sógu ta sjónina, teknarin hevir vist okkum omanfyri: Fressurin hjá I.ukasi sveimaði høgt uppi í luftini, í herviligum bardagi við likkum og øðrum fuglum. — lummas varð meira enn hjartkiptur, og eymkiliga skar tað út úr honum : ,,Jáknp, tað var eg, iðtømdi fløskuna'1 /

x

Ólavsøku-teiti

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ólavsøku-teiti
https://timarit.is/publication/23

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.