Ólavsøku-teiti - 29.07.1915, Blaðsíða 8

Ólavsøku-teiti - 29.07.1915, Blaðsíða 8
EIN TRUPUL FRÍGGJARAFERÐ. Marjin, dóttir krotubóndan í Svartabirgi var komin til Havnar at ferðast um Føstulávint í tí harrans ári 19—. Hon svav uppi á >kvistinum« í >Rólantsborg« og hevði til songarfelag eina arbeiðskonu frá —firði, ið — sannheit at siga — var bæði krókut og skeiv, so tíðum var trongligt hjá Marjuni, tí seingin var ikki smíðað til at húsa meira enn einum. — Um útsjónd Marjunar er ikki nógv at siga; hon var kroppsliga dánað eins og so nógv onnur konufólk: herðasmøl og miðjubreið, stóra nøs og smá eygu. Marjin hevði stuttleikað sær sera væl í føstu- lávintstíðini; hon hevði dansað hvørt einasta kvøld, ið dansað var, og hevði beklað svartaskógvarnar á slíkan hátt, at vánaligt var at ferðast í teimum, hon gekk til síðst »á yvirleðrinum*. Marjin longd- ist nú heim aftur til hús og heim, seyð og neyt og høsn og dunnur. Hon sat eitt kvøldið og »riggaði seg til« at fara av stað morgunin eftir; tá gekk hurðin harðliga, og maður kom knappliga inn við stórum bláum konvolutti í hondini. Hetta er til tygum, segði hann vinarliga — við einum skálki í hvørjum eyganum — og burtur var hann sum eitt snarljós. Marjin stóð bilsin eftir; hon grunaði yvir, hvat hetta væl kundi vera, og við rystandi hona og bankandi hjarta breyt hon brævið upp. Innan í lá ein soljóðandi bjóðing: »Udbeder míg Æren af Deres behagelige Nærværelse ved Gymnastikfore- stillingen den—«. Marjin grunaði leingi yvir hetta undarliga brævið. Hvat var »Gytnnastik«? kundi tað kanske etast? og frá hvørjum traman kundi henda bjóðingin væl vera? Jú, nú hevði hon loyst knútin. Tað kundi ikki vera nakar annar enn tann »harrin«, ið hevði dansað so stútt hjá henni føstulávints- mánakvøld (lat okkum her skýra hann B a 1 z a r ). Hann hevði síðani bjóðað henni til »ein genstand*, og tá ið hon hevði tømt tvey gløs av portvíni, føldi hon sær í barmi alast kærleika til Balzar. Tá tað fjórða glasið var tómt, hevði hon tann alra størsta hug at falla um hálsin á Balzari og mussa hann, men hon hevði ikki dirvi til tess. Balzar tyktist vera heilt sørur fyri kærleika; hann tosaði bara urn vind og veður, kulda og frost, regn og kava o. s. fr. Og soleiðis skiltust tey. Nú gleddi Marjin seg til at síggja Balzar aftur. Heimferðin mátti bíðja, tað var einki at ivast í, og lovaði hon sær sjálvum, at bleiv tað ikki til nakað millum Balzar og hana hetta kvøldið, so skuldi tað — halgafánýta! — ikki vera hennara s k u 1 d. Tað ásetta kvøldið kom, og Marjin fylgdist við hinum, ið inn fóru 1 fimleikahúsið. Tætt við hurðina stóð Balzar. Hann strálaði sum ein sól og glitraði sum ein stjørna, tosaði við tey flestu, ið inn komu, og slóg — tá hann tosaði — upp og niður við hondunum á sama hátt, hon hevði sæð prestin gjørt í kirkjuni í N. fríggjardagin hin langa. »Harrin vælsigni mussaskøðið* teskaði Marjin og kveitti í loyndum yvir at Balzari, ið brátt kom og stillaði seg við lið Marjunar, men tá segði hann einki. Ein vakur maður trein nú fram og helt soljóðandi røðu: »Æraðu damur og harrar! Eyri at ikki komandi eventualitetir skulu desavouera effektina av prestatiónini, tilláti eg mær at resolvera og pnblicera, at spektatorarnir placera seg í eina slika positión, at teir, fyri at sieppa frí fyri alt for nógva motión, kunnu retirera, tá ið gymnastarnir marchera fram.« »'l'ramin viti, hvat hatta var fyri mál,« tonkti Marjin, »tað mundi mestir vera Vola- pyk, ella hvussu tað var, teir róptu hetta nýggja málið. Ja, undarligt var mangt; ein Týskari, ið eitt árið hevði búð í Svartabirgi, tosaði altíð, tá ið hann var illur, um dunnur í vøttum (Donnerwetter), og túsun tuflur (1000 Teufel).« — Nú komu fimleika- mennirnir spelandu inn í salin, allir hvítklæddir. Marjin bíðjaði forvitnisliga eftir, hvat teir mundu hava f huga, og Guđ ýorbarmi seg! skar tað út úr henni; fóru teir nú ikki stórloypandi íkring suin mannúlvar, hoygdu knø, skákaðu herðar og strektu háls sum klandrulystnir gásasteggar. Marjin stærdi við stórum eygum at hesum ýspeglunum. Mundu teir vera, sum teir skuldu? Nei, teir kundu ikki vera rættsigtaðir. Marjin skundaði sær út, her dámdi henni ikki at vera. Violinirnar spældu tað allarfagrasta dansulag, tá ið Marjin trein inn í tann »dekoreraða« dansusalin. Ikki Var hon rættuliga køn í at dansa, men eitt synđur hevði altíð »hingið við« frá tí vetrinum, tey høvdu »eingilskdansøvilsi« í Svartabirgi, og hon kundi jú royna, hvussu gekst. »Slíkum dansi havi eg ikki verið í fyrr,« hugsaði Marjin við sær sjálvum, tá hon sá, hvussu fín dansufólkini vóru: »Harrarnir« við vesti so hvítum sum tað snjóhvítasta gásasteggja- bróst, við frunti ella reyki mitt niður í pannina og í sjóstúkum við stórum skørðum í velunum. Og »damirnar« . . . Marjin suffaði og líka sum søkk av smæðinheit niður í gólvið, tá ið hon hugdi niður á sína ternitu sirtsblus og ta svarta skjúrtið. — Ikki dansaðu nógvir av teimum við gásasteggjabróstunum við Marjini. Tað legði hon heldur ikki í, tí Balzar tók sær av henni til so at siga hvønn einasta dans og svingaði hana runt við slíkari ferð og veldi, at heila stovan mól í hornaklingrum fyri henni, og at hon brátt sveittaði verri enn hin strævnasta stór- vasksdag í Svartabirgi. Nú hevði Balzar seinasta dans biðji hana um at »ganga ein túr við sær«, tá ið hann kom aftur, og Marjin var ikki sein at svara: »Ja, gaman í«. Hon sat nú og grunaði yvir, hvussu hon best skuldi útføra s í n u orð; men eitt var vist at í kvøld skuldu grísar galda. Um eitt lítið bil kom Balzar aftur; hann hevði verið og fingið sær ein »uppstrammara« fyri at hæðka eitt sindur um dirvið. Og so fóru tey bæði — Marjin og Balzar — út úr tí fyri elskandi hjørtum ov tronga dansusali, út um hús og garð, hvar so mong hjørtur eru blivin til eitt. Hetta kvøldið var eitt hitt vakrasta vetrarkvøld, ein væl kundi teinkja sær: sterkt frost og eitt sløð av kava. »Allir vindar svóvu,« sum yrkjarin kvøður, Tá sjóslangan seinast var í Føroyum. Teknarin vísir okkum her eitt dømi uppá ta ræðslu, ið kom á fólk, tá sjóslangan knappliga vísti seg uttanfyri bygdina X. Bilætið er teknað eftir frásøgn av teim, ið sógu hana.

x

Ólavsøku-teiti

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ólavsøku-teiti
https://timarit.is/publication/23

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.