Ólavsøku-teiti - 29.07.1915, Blaðsíða 9

Ólavsøku-teiti - 29.07.1915, Blaðsíða 9
og ikki var skýggj á himli, bara stjørnur og aftur stjørnur — og so hálva náttsins drottning. Men hált var i havnargøtum, og hálvmánin, ið spakuliga reikaði sær fram aftan fyri kirkjutornið, og gjørdi at ein trúði seg burturflyttan til Jerusalem ella Kon- stantinopel og fyri sær at síggja eina mohameđanska »moská«, spreiddi eitt undarligt glámlýsi yvir gøturnar; ein mátti vara sær væl fyri ikki at detta. — Teir 5 > svarti < , ið Balzar hevði sett til lívs, áðrenn hann fór út á sína biðlarferð, høvdu ikki júst gjørt mjørkan minni í heila hans ella styrkt um hansara snúgvaðu stuðlar, og tá ið Marjin og hann vóru komin okkurt um helvt oman 1 brøttubrekku, hendi ta óhappið, ið nærum kostaði Balzari hansara dintil; beinini fóru við eitt unđan honum. og hann datt, so langur sum hann var, i rennina við vegin. »Hetta var ein óhugnalig byrjan,« mutlaði Balzar eymkandi seg, tá ið hann langt um leingi aftur var komin á føtur. Marjin, ið hugsaði, at hon ikki skuldi vísa seg smædnan, bjóðaði sær at styðja honum, um hann vildi gera so væl at taka hana undir armin. Spakuliga reikaðu tey av stað aftur. Tá ið Balzar og Marjin høvdu sessað seg á skansabeinkinum, byrjaði Balzar at tosa. Hegar- til hevði verið tøgn teirra millum, og Marjin vænt- aði og vónaði nú, at Balzar skuldu tala kærleiks- orð, tí hjarta hennara var fult av kærleiksásti. Men skammiliga brustu hennara vónir hesum við- víkjandi. Balzar byrjaði soleiðis: »Kúgvin hjá N. N. đoyði í gjáramorgunin av bróstsjúku; tað var eitt stórt spell, tí hon var prúð og væl í holđum og mjólkaði sera nógv.« »So, soU helt Marjin. Tøgn var nú eitt bil. So helt Balzar aftur fyri: »Ryssan hjá P. P., ólukkudýrið, breyt beinið uppi í Marknar- gili nú ein dagin. Men Niels smiðaði henni eitt træðbein, og væl bar til at ganga oman til staðin. — Tann snjóflekkan, ið eg fekk frá Morskranesi i fjør, vax sera væl, men eg setti eisini tíðliga niður og hyppaði skjótt.« Marjin visti ikki, hvat hon skuldi svara til alt hetta. Vildi Balzar ikki fríggja, so mátti hon. »Góði Balzar,« sigur hon so við eitt: »Hevir tú ongan tíð mussað konufólk?« Balzar rodnaði upp um bæði oyru, og gav ikki aftursvar til henda spurningin. Hann bleiv við at tosa um vind og veður, kýr og hestar og eplir og hoyggj. Men nú kom spinnandi øði í Marjina. Hon reisti&t bráddliga, og mælti illskliga: »Nú fari eg til hús í stundini.« »So má eg væl fara við,« meinti Balzar. Tey vóru komin til hurðina á Rólantsborg, og enn var tøgn. Marjin grunaði og grunaði yvir, hvat hon væl skuldi gera. Ikki kundi hon fara inn, fyrr enn hon hevði roynt, hvat ið roynast kundi, tí hon hevði jú lovað, at í kvøld skuldi grísar galda . . . So breiddi hon út báðar armar, tók um hálsin á Balzari og kysti hann av dýrdarmagni ein av teim røttu gomlu kossunum við klamsi í. Men tá var tað sum fór torðan í Balzar. Sum eitt skot reyk hann frá Marjuni, og eins og lambið rennur undan úlvinum, spelaði hann av stað. Marjin stóð eftir á berum, skommfull og við sorgarbundnum hjarta. llevði »nonnukleystrið« á Hvítanesi ikki verið niðurlagt, var hon óivað farin í tað. Balzar og Marjin hittust ikki aftur. Balzar var forharmaður yvir sín undarliga atburð og sítt svíkjandi dirvi. Hevði hann bara ikki drukkið teir 5 s v ø r t u , hevði óivað alt verið øðrvísi. Tað var hansara einasta troyst. Høsna-„Strejka“, í Noreg hevir »strejka« verið væntandi, og her í Havn hava høsnini gjørt »strejki«; eingin høna fæst at liggja, og tessvegna ætla eigarnir afhesum hønum sær at senda bønarbræv til onkran av teimum, ið hava skil á slíkum, um at »parlamentera« við tær fjaðursáru hønirnar, og um tað nýtist at hótta við »lock-out«. So sigst! Um tað er satt, vita vit ikki. Olavsøku-T eiti. Mest sum allir Feroyingar, iff fáast viđ at skriva í bløđum, vilja óivaff kunna vera á einum máli og geva mær rætt, tá eg sigi, at ta føroyska máliff er væl ný t ul ig t til journalistisk arbeiffir. Og eru nógv samsint um, at hugnaligt kundi veriff hjá okkum Føroymgum at átt eitt syndur fleiri bókmentur enn tær, iff enn eru skaptar her á la'idi. '1 il Ólavsøku 1916 ætli eg — urn til ber — aftur at geva út eitt Teiti, kanske 2 ella 3 ferffir so stórt sum hetta; men sjálvandi kann ikki verffa hugsandi um at fáa eina slíka fyritøku í lag, utan at nógvir vilja tekna seg fyri at halda eitt sovorffiff blaff, og taki eg mær ti loyvi til at biffja teir, iff vilja styffja hetta, um at siga mær frá skjótast møguligt, fyri at eg í góffari tiff kann samráffast viff menn, sum vilja skriva í og gera tekningar o. a. til eitt slíkt „ Jeiti“. Lesarnir vilja óivaff leggja merki til taff prýff- uliga „høvdið“ til hetta blaffiff. Taff er teknaff av lærara J. Waagstein. — „Clicheirnar“ av Tórs- havn og Vágseiffi havi eg lænt frá Mr. A. Br en d. Hinar hevir Eli e s er J o e n s e n , Klaksvik, gjørt. — Yrkingina undir bílætinum af Tórshavn havi eg fingiff loyvi til at taka úr „Ungu Føroyar", ogfyrsti partúrin av ti (til — — —), iff stendur undir Vágs- eiffi, er tikiff úr røffu, sum skaldiff J. H. O. Dj ur - huu s helt í Keypmannahavn á jólum 1914.. POUL NICLASEN. DIMMALÆTTING AMTSTIDENDE FOR FÆRØERNE Færøernes største og mest udbredte Blad. udkom- mer 2 Gange ugentlig og bringer de mest aktuelle Nyheder og Telegrammer. Abonnementspris: 4 Kr. aarlig. A vertissementspris; 10 Øre pr. Petitlinie paa 3. og 4. Siđe, 15 Øre paa Forsiden. Inserater 12 Øre pr. Petitlinie. DÚGVAN AFIIOLDSBLAD FOR FÆRØERNE. Udkommer 1 Gang maanedlig, illustreret og indeholdende saavel aktuelt, lokalt som afholds- agitatorisk 1 æsestof. Abonnement: 1 Kr. aarlig for Thorshavn, 1 Kr. 16 Øre for Bygderne, frit tilsendt i Posten. Enhver, der vil være med i Kampen mod Alkoholmisbrugen her paa Øerne, bør abonnere paa og avertere i »Dúgvan«. Abonnenter bedes tegne sig hos Poul Nicla- sen, til hvem ogsaa Annoncer indleveres. NAADE °° SANDHED — FOR UNGE OG GAMLE — kristeligt illustreret Maanedsblad for Færøerne. Koster kun 45 Øre halvaarlig eller 85 Øre for et helt Aar. Bestilles hos Posten eller hos Ud- giverne. Adrs.: Missionær A. Brend, Thorshavn.

x

Ólavsøku-teiti

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ólavsøku-teiti
https://timarit.is/publication/23

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.