Føroya kunngerðasavn A og B - 12.04.1951, Blaðsíða 33

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.04.1951, Blaðsíða 33
49 kunnugt, at hann ætlar at taka frítíð í ávísum , đagatali frá ávísum degi. Tann upphæddin, ið stendur á frítíðarbókini, kann fáast á posthúsinum, tá ið frítíðin skal takast. Bókin verður flýggjað inn samantøld, sum skilað til omanfyri, undirritað av honum, sum frítíðarrætt hevur, og áritað við neyðugum váttanum frá ar- beiðsgevara, kocmmunuskriv- stovu ella sóknarstýrisformanní. Upphæadir, sum ikki eru út- tiknar í frítíðarárinum (1. apríl —31. mars), sum frítíðin (tað er frítíðin, sum ávarðandi hevur vunnið sær rætt til frítíðarárið frammanundan) skuldi verið tikin í, fara í frítíðargrunnin. Tórshavn, tann 30. mars 1951. R. Long. J. Djurhuus. Nr. 34. 5. april. KUNNGERÐ um avgjald uppá motorakfør. Við heimild í § 3, 2. stk. í lóg nr. 21, 16. mars 1951, um av- gjald uppá motorakfør fyriskip- ar landsstýrið fylgjandi: § 1. 011 smbrt. lógarinnar § 1 gjaldskyldug motorakfør skulu við hvørja umskráseting í. Før- oyum lata gjald til landskassan. Tað gjaldskyldúga virðið er tann peningahædd, keyparin er seljaranum skyldugur at lata fyri motorakfarið. Gjaldið verður goldið av tí, sum hevur skyldu at lata mo- torakfarið umskráseta, eigari ella tann, sum hevur ræðið á motorakfarinum, jbr. § 15, 2. stk., í lógarkunngerð nr. 131, 14. apríl 1932. Við fyrstu umskráseting, eftir tað lógin er komin í gildi, t. e. 16. mars 1951, verður goldið 20% av gjaldskylduga virðinum og vð allar seinri umskrásetingar 10 %. Tær skrásetingar og um- skrásetingar, ið gjørdar eru, undan lógin kom í gildi, telja tó við, soleiðis at motorakfør, sum frammanundan eru skrásett bæði fyrstu ferð og síðani um- skrásett, bert letur 10 % í gjald, meðan motorakfør, sum bert eru skrásett fyrstu ferð, letur 20 % . við umskráseting'. § 2. Gjaldið verður kravt og golđ- ið Føroya Gjaldstovu, sýslu- monnunum ella sóknafútanum í Vági, áðrenn motorakfarið verð- . ur skrásett. Samstundis við inn- gjaldingina verður givið nevndu stovnum váttan, undirskrivað uppá æru og trúgv, av bæði keypara og seljara, um hvat gjaldskylduga virðið er, hvørj- um nummari motorakfarið sein- ast hevur verið skrásett undir, og hvussu ofta motorakfarið fyrr hevur verið skrásett. Hesar vátt- anir fáast frá gjaldstovuni, sýslu- manni ella sóknafútanum. Gjalđstovan, sýslumaðurin ella sóknafútin gevur so kvittan fyri, at gjaldið er goldið. Kvittanin verður send lanđ- fútanum saman við øðrum skrá- setingarskjølum. § 3. Brot móti hesum fyriskipan- um verða, um ikki størri straff- ur er uppiborin, revsað við sekt, ið fellur til landskassan. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 5. apríl 1951. R. Long, landsstýrismaður. J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.