Føroya kunngerðasavn A og B - 20.09.1951, Blaðsíða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 20.09.1951, Blaðsíða 3
53 Nr. 37. KUNNGERÐ um uppískoyti til kunngerð nr. 35, 12. april 1951, um prísiavnan neyðsynjarvørum. á Við heimild í løgtingslóg nr. 10, 6. marts 1951, (smbr. løg- tingslóg nr. 11, s. d. ) hevur landsstýrið samtykt eftir tilmæli fíggjarnevndarinnar at gera fylgjandi uppískoyti galdandi frá 1. apríl 1951 til omanfj'ri nevndu kunngerð: Ad A. Tii framleiðslur í landinum: Sum nýtt punkt 5: Mjólkatluttningurin. Upp í 3 oyru fyri liturin verða latin í studningi fyri fluttning til mjólkabúð. Studn- ingurin verður veittur framleiðaranum. Umsóknir við skjøl- um, sum prógva fluttningsútreiðslurnar, verða at senda Jarðaráð Føroya. Sum nýtt punkt 6: Súrhoyggjbingi. Til bygging av súrhoyggjbing- um verður laíið í studningi 75 % av tilfarsútreiðslunum og 50 % av arbeiðslønini, tó ikki yvir 1.000 kr. fyri hvønn bing- in. Umsóknir verða við skjølum, sum prógva kostnaðan, al senda landbúnaðarráðgevaranum. Ad B. Til útjavnan av prísvøkstri uttanífrá: Sum nýtt punkt 4: Hveitimjøi: f studningi verður latið lands- handlinum uppí 7 oyri pr. kg. Sum nýtt punkt 5: Rugmjøl: f studningi verður latið landshandl- inum uppí 5 oyri pr. kg. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. FØROYA LANDSSTÝRI, 18. mai 1951. Th. Petersen. Lanđsstýrismaður. J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.