Føroya kunngerðasavn A og B - 20.09.1951, Blaðsíða 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 20.09.1951, Blaðsíða 6
56 Nr. 39. 1. juni. REGLUGERÐ viðvíkjandi virkan, eftirliti og vraking av fiski til Brasiliu og annan marknaða í Suðuramerika. I. Fiskur, sum skal sendast til Brasiliu og annan suðurameri- kanskan marknaða, skal verða virkaður soleiðis, at hann verjir seg væl í tropiskum veðurlag. Fiskurin skal innihalda minni salt enn vanligur klippfiskur, og hann skal verða turkaður nógv. Tey pláss sum talan er um at senda fisk til í Suðuramerika eru hesi: Norður Brasiliu, Suður Brasiliu, Cuba, Venezuela og Puerto Rico. (Hesi plássini seta ymisk krøv viðvíkjandi stødd og liti á fiskinum, men felags fyri tey er, at tey seta somu krøv viðvíkjanđi haldgóðsku). Norður Brasiliu og Puerto Rico skulu hava gulan nógv turk- aðan fisk. Fiskurin skal vera útvatnaður og innihaída lítið av salti. Suður Brasiliu, Cuba og Venezuela skulu hava hvítan nógv turkaðan fisk. Tað er loyvt hesum hvíta fiskinum at hava meira av salti í sær enn hin guli, men tað má kortini ikki vera so nógv salt í honum sum í vanligum fiski, sum turk- aður er til Suðureuropa. II. Virkan av fiski til Suðurameriku:

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.